Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: EIK Renning leygardagin

John William Joensen

Leygardagin 11. apríl kl. 10.30 skipar Treysti fyri EIK Renning fyri børn og vaksin

Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir. Tilmelding fer fram í Deildini hjá EIK í Bøgøtu leygarmorgunin millum kl. 9.30 og 10.15. Luttøkugjaldið er, sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Heiðursmerkir, sum EIK letur, verða til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum. Í smb. við renningina er ongin innkoyring millum EIK og Intersport, meðan renningin fer fram.

Startur og mál hjá øllum bólkum verða uttanfyri nýggja bygningin hjá EIK í Bøgøtu. 

Skráin fyri renningina er henda:
09.30-10.15 Tilmelding í deildini hjá EIK í Bøgøtu
10.30 Gentur & Dreingir f.2003 ella seinni – 850m
10.40 Gentur & Dreingir f.2001-2002 – 850m 
10.50 Gentur & Dreingir f.1999-2000 1,1 km 
11.00 Gentur & Dreingir f.1997-1998 – 1,1 km
11.10 Gentur & Dreingir f.1993-1996 – 1,1 km
11.20 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1964-1992 – 3,0 km 
11.20 Kvinnur & Menn veteranar f.1954-1963 – 3,0 km 
11.20 Kvinnur & Menn superveteranar f.1953 ella fyrr
12.00 Heiðursmerkjahandan