Borgar Biskopstø úr Treystinum gjørdist aftur í ár nummar tvey í FM í marathon hjá monnum. Hann endurvann sostastt annaðplássið frá seinasta ár.
Hesaferð mátti Cecil Weihe, sum gjørdist vinnari av FM, veruliga stríðast fyri sakini. Borgar gjørdi sum hann plagar við at leggja hart út og fekk skjótt ein mun á umleið 100-200 metrar aftur til teir næstu, sum vóru Cecil Weihe og Sigurð B. Justinussen úr Bragdinum. Cecil kom tó alsamt nærri og nærri at Borgari, meðan Sigurð dragnaði meira og meira. Tá teir vendu í Kaldbak vóru Borgar og Cecil javnir á fyrsta plássi, meðan Sigurð lá einsamallur á triðja plássi. Borgar og Cecil fylgdust síðani til Sund, men tá megnaði Borgar ikki at fylgja við meira og mátti sleppa. Cecil økti spakuliga um leiðsluna og gjørdist sostatt føroyameistari 4. árið á rað, og hesaferð í tíðini 2.53,03 tímar, frammanfyri Borgar, sum eisini megnaði at koma undir 3 tímar. Borgar brúkti 2.58,02 tímar um teir gott 42 kilometrarnar. Sigurð gjørdist nummar trý við tíðini 3.03,29 tímar.




