Sunnudagin gjørdist Pól Sundskarð føroyameistari í Marathon fyri veteranar
Hóast veðrið ikki var nakað serligt, so bleiv Tórshavn Marathon avgreitt sunnudagin. Tórshavn Marathon er samstundis kapping um føroyameistaraheitið. Tað var greitt frammanundan, at kappingin um FM hjá veteranum fór at vera ímillum Jósvein Herup Olsen úr Bragdinum og Pól Sundskarð úr Treystinum. Jósvein hevur vunnið tær allarflestu veteran rennikappingar í ár, so Pól var sera uppsettur uppá at vinna á Jósveini hesaferð. Pól legði seg frammanfyri Jósvein frá byrjan og økti spakuliga um munin líka til teir komu á mál, og gjørdist sostatt føroyameistari hjá veteranum 2006 við tíðini 3.13,22 tímar, meðan Jósvein kom á mál, sum nummar tvey við tíðini 3.18,04 tímar. Nummar trý gjørdist Steindor Hjaltalin við tíðini 3.55,01 tímar.
Í samlaðu kappingini gjørdist Pól Sundskarð nummar 5 av teimum 33 monnunum, úr fleiri londum, sum luttóku í Tórshavn Marathon 2006.




