Leygardagin skipar Treysti fyri 13. Føroya Bjór Renningini á Norðoyastevnu, sum samstundis er 1. umfar í Grand Prix fyri vaksin. Eisini er barnarenning á skránni
Fyri 13. ferð skipar Treysti fyri tí árligu Føroya Bjór renningini á Norðoyastevnu og hevur luttøkan hevur verið góð øll árini síðan renningin byrjaði í 1997. Í ár verður renningin leygardagin 6. juni.
Rutur
Rutan hjá børnum verður runt Lítla Eið, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu, meðan rutan hjá teimum vaksnu verður tann sama sum seinastu árini og tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Oyravegi, til nýggju Rundkoyringina, Bøgøtu og so Biskupstøðgøtu. Hesin teinurin er 5 km og sklulu rennast knapt trý umfør av hesi rutu. Hjá børnunum er startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina. Tey vaksnu byrja við trappuna hjá gamla Tekniska Skúla og koma eisini á mál vi Telebúðina.
1.umfar í Grand Prix fyri vaksin
Renningin er samstundis fyrsta av seks umførum í Grand Prix kappingini fyri vaksin, sum verður í summar. FÍF hevur aftur í ár sett sum treyt fyri at fáa stig í Grand Prix kappingini, at ein er limur í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt. Fyri at telja við í endaligu Grand Prix støðuni, so skulu tey vaksnu hava verið við í minst fýra av teimum seks kappingum í summar.
Skrá og reglur fyri Grand Prix kappingina eru at finna á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.renn.fo. Tað verða feløgini fyri frælsan ítrótt, sum koma at skipa fyri Grand Prix kappingunum. Kappingin verður umsitin av kappingarnevndini hjá FÍF.
Aldursbólkar í Grand Prix
Í mun til undanfarna ár, so hevur kappingarnevndin gjørt broytingar í aldursbólkunum, sum nú síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1993) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1993) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1963-1954) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1963-1954) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1953 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1953 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.
Skráin
Skráin fyri rennikappingina á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 12.00 Menn/Kvinnur (f. 1993 ella fyrr) – 5 km
kl. 12.00 Veteranar (f.1954-1963) – 5 km
kl. 12.00 Veteranar (f.1953 ella fyrr) – 5 km
kl. 12.35 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2002 ella seinni) – 665 m
kl. 12.45 Dreingir-10/Gentur-10 (f.1999-2001) – 665 m
kl. 12.55 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1996-1998) – 1.330 m
kl. 13.05 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1992-1995) – 1.330 m
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum. Heiðursmerkjahandan verður við Telebúðina eftir at allar kappingarnar eru lidnar.
Tilmelding online
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.athletics.fo ella www.renn.fo. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Startgjaldið skal gjaldast, tá startnummarið verður avheintað. Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start.
Eisini ber til at tilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja; men tá verða lagdar kr. 20 omaná vanliga startgjaldið. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð, áðrenn renningin byrjar.
Øll vælkomin at renna við
Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið árini frammanundan.




