Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: Góð luttøka á Viðareiði

John William Joensen

85 luttakarar vóru við í rennikappingini, sum Treysti skipaði fyri á Viðareiði sunnudagin. Øll úrslitini eru at síggja her niðanfyri.

Tað vóru nógvir luttakarar og áskoðarar samankomnir við norðara enda á Nýggjavegi á Viðareiði. Teir flestu luttakarnir vóru av Viðareiði, men nakrir vóru komnir úr Hvannasundi, Norðdepli og Klaksvík, men eisini vóru nakrir luttakarar komnir uttanfyri Norðoyggjar til Viðareiðis sunnudagin. Ein av orsøkunum til at teir vóru komnir til Viðareiðis at renna, er fasta sambandið undir Leirvíksfjørð, søgdu teir.

Rennilíkindini vóru av teimum allarbestu, tí var nærum stilli og nakað av mjørka, sum lætti sær meira og meira sum renningarnar blivu avgreiddar. Hóast tað vóru nógvir bólkar og harav nógvir startir, so kundi borgarstjórin á Viðareiði, Árni Absalonsen, longu ein tíma eftir fyrsta startin handa heiðursmerkir, sum Viðareiðis Kommuna lat, til nummar eitt, tvey og trý í teimum ymsu bólkunum. Fyriskiparnir úr Treystinum vóru sera væl nøgdir og ætla at fyriskipa eina rennikapping á Viðareiði aftur umleið somu tíð næsta ár.

ÚRSLITINI:
Gentur f. 2000 ella seinni 500m
1.   2,18 min         Sólvá Hansen, Klaksvík, 2000
2.   2,36 min         Herdis Bjarnadóttir, Viðareiði, 2000
3.   2,39 min         Tóra Nysted, Hvannasund, 2000
4.   2,42 min         Eskilda Bjarnadóttir, Viðareiði, 2001
5.   2,48 min         Joan Sørensen, Viðareiði, 2001
6.   2,48 min         Oddvør Josephsen, Klaksvík, 2001
7.   2,53 min         Maria Biskopstø, Klaksvík/Treysti, 2002
8.   2,55 min         Natalia Joensen, Viðareiði, 2002
9.   3,00 min         Lillian Jespersen, Norðdepli, 2001
10. 3,11 min         Lív Kjølbro, Viðareiði, 2001
11. 3,25 min         Una Petersen, Viðareiði, 2001
12. 3,28 min         Ninna Sjóstein, Viðareiði, 2002

Dreingir f. 2000 ella seinni 500m
1.   2,14 min         Fríði Magnussen, Streymnes/Bragdið, 2000
2.   2,32 min         Tóri Z. Dahl, Klaksvík, 2000
3.   2,36 min         Dávid Sjóstein, Viðareiði, 2000
4.   2,38 min         Jógvan A. Absalonsen, Viðareiði, 2000
5.   2,51 min         Rúni Petersen, Viðareiði, 2000
6.   3,18 min         Mikkjal Sørensen, Viðareiði, 2001
7.   3,22 min         Eivindur Sørensen, Viðareiði, 2002
8.   3,57 min         Hjalmar Fløhamar, Viðareiði, 2003
9.   4,20 min         Pauli Maldrias Joensen, Viðareiði, 2003

Gentur f. 1998-1999 500m
1.   2,10 min         Monika P. Jacobsen, Klaksvík/Treysti, 1999
2.   2,12 min         Jónvør Olsen, Viðareiði,1998
3.   2,13 min         Maria Eliasen, Hvannasund, 1998
4.   2,16 min         Paulina Fuglø, Norðdepli/Treysti, 1999
5.   2,21 min         Ninna Karolina Andreasen, Viðareiði, 1999
6.   2,26 min         Joan Nysted, Hvannasund, 1998
7.   2,32 min         Ronja Eysturdal, Klaksvík, 1999
8.   2,42 min         Astrid Z. Dahl, Klaksvík, 1999
9.   2,45 min         Emma Jespersen, Norðdepli, 1999
10. 2,49 min         Eva Poulsen, Hvannasund, 1998
11. 2,54 min         Elisabeth Joensen, Klaksvík, 1999
12. 3,20 min         Martha Josephsen, Klaksvík, 1999

Dreingir f. 1998-1999 500m
1.   1,55 min         Julian Gregersen, Klaksvík/Treysti, 1998
2.   2,03 min         Andrias á Marknagili, Klaksvík/Treysti, 1999
3.   2,11 min         Jóhan Høgnesen, Viðareiði, 1998
4.   2,19 min         Jógvan Gullaksen, Viðareiði, 1999
5.   2,22 min         Hallur Jacobsen, Viðareiði, 1999 
6.   2,39 min         Jógvan S. Højgaard, Klaksvík, 1999
7.   2,44 min         Rógvi Mikkelsen, Viðareiði, 1998
8.   2,53 min         Petur Absalonsen, Viðareiði, 1999

Gentur f. 1996-1997 500m
1.   1,58 min         Barbara V. Simonsen, Viðareiði,1997
2.   2,04 min         Katarina V. Simonsen, Viðareiði, 1997
3.   2,35 min         Sandra Simonsen, Viðareiði, 1997

Dreingir f. 1996-1997 500m
1.   1,40 min         Heðin Gregersen, Klaksvík/Treysti, 1996
2.   1,41 min         Bethuel Hansen, Runavík/Roysnið, 1997
3.   1,46 min         Jákup Petersen, Viðareiði, 1996 
4.   1,51 min         Steingrímur Hallsson, Streymnes/Bragdið, 1997
5.   1,56 min         Osvald á Marknagili, Klaksvík/Treysti, 1996 
6.   2,00 min         Jóhan Absalonsen, Viðareiði, 1996
7.   2,08 min         Uni Vitalis, Viðareiði, 1997 
8.   2,14 min         Samson Samson, Viðareiði, 1997
9.   2,23 min         Jákup Eysturdal, Klaksvík, 1996

Gentur f.1994-1995 1.000m
1.   3,55 min         Monika Biskopstø, Klaksvík/Treysti, 1995 
2.   4,07 min         Rakul Absalonsen, Viðareiði, 1994 
3.   4,14 min         Katrin Absalonsen, Viðareiði, 1994
4.   4,15 min         Óluva V. Simonsen, Viðareiði,1995
5.   4,40 min         Malan Bjartalíð, Viðareiði, 1995

Dreingir f. 1994-1995 1.000m
1.   3,46 min         Einar Gregersen, Klaksvík/Treysti, 1995
2.   4,13 min         Eivind Sørensen, Viðareiði, 1995

Gentur f. 1990-1993 1.000m
1.   3,20 min         Rebekka Fuglø, Norðdepli/Treysti, 1993

Dreingir f. 1990-1993 1.000m
1.   3,25 min         Dánjal V. Simonsen, Viðareiði,1991
2.   6,12 min         Pauli Nybo, Viðareiði, 1992 

Kvinnur f. 1961-1989 2,7 km
1.   12,56 min       Angelina F. Sivertsen, Hvannasund, 1979
2.   13,30 min       Sigrid Bjartalíð, Viðareiði, 1972
3.   13,56 min       Anita Hansen, Klaksvík,1973
4.   15,39 min       Elsebeth Simonsen, Viðareiði, 1968
5.   17,25 min       Klára Christiansen, Hvannasund, 1989
6.   18,16 min       Rannvá Blástein, Viðareiði, 1981
7.   18,29 min       Randi Jespersen, Norðdepli, 1974
8.   19,09 min       Anni Sørensen, Viðareiði, 1966
9.   19,38 min       Maria Absalonsen, Viðareiði, 1989

Menn f. 1961-1989 2,7 km
1.   10,23 min       Sølvi R. Hansen, Saltangará/Roysnið, 1970
2.   10,40 min       Jóhan Sjóstein, Viðareiði, 1980
3.   14,36 min       Jens Christian Simonsen, 1965

Kvinnur veteranar f. 1960 ella fyrr 2,7 km
1.   16,24 min       Jensebeth Absalonsen, Viðareiði, 1960
2.   18,47 min       Selma Petersen, Viðareiði, 1958
3.   20,32 min       Sonja Eysturdal, Klaksvík, 1940

Menn veteranar f. 1960 ella fyrr 2,7 km
1.   17,53 min       Sámal Júst Ziska Dahl, Klaksvík, 1934

Harleywoodpaint