Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: Góður dagur hjá Treysti

John William Joensen

Rennarar úr Treysti vunnu heili 17 heiðursmerkir á Fjarðastevnu á Skála fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið skipaðu Skála Ítróttarfelag og FÍF fyri 2. umfari í Grand Prix fyri vaksin. Harumframt varð eisini skipað fyri barnarenning. Yvir 40 vaksin tóku lut umframt eini 50 børn. Líkindini at renna vóru góð. Tey vaksnu runnu 8,7 kilometrar, og meðan tveir teir yngru bólkarnir hjá børnum runnu 0,5 kilometur, so runnu tveir teir størru bólkarnir 1,0 kilometur.

Í opna bólkinum vóru tað aftur hesaferð Andrias Hansen og Bjørk Herup Olsen úr Bragdið, sum runnu skjótast hjá monnum og kvinnum. Sam Vang úr Bragdið bleiv nummar tvey, meðan ungi Jan Elmar Sørensen úr Treysti gjørdist nummar trý, frammanfyri Hallur Holm og Henry Olsen úr Bragdið. Nummar tvey hjá kvinnum gjørdist aftur hesaferð Rebekka Fuglø úr Treysti, meðan Birna Abrahamsen úr Hvirluni bleiv nummar trý. 

Hjá veterannuum var tað aftur hesaferð Borgar Biskopstø úr Treysti ið vann. Nummar tvey bleiv Jósvein Herup Olsen úr Bragdið, meðan Theodor Askham Olsen úr Treysti bleiv nummar trý. 

Hjá superveteranunum var tað eisini sami vinnari sum á Norðoyastevnu, nevniliga Heðin Jóhannessen úr Treysti, meðan Jens R. Weihe úr Frælsi og Steindor Hjaltalin úr Bragdið blivu nummar tvey og trý. 

Øll úrslitini frá rennikappingini á Fjarðasevnuni á Skála fríggjakvøldið 12. juni 2009 er at finna her niðanfyri á síðuni.

Næsta rennikapping, sum samstundis eisini er triðja umfar í Grand Prix fyri vaksin, verður á Sundalagsstevnu í Kollafirði leygarmorgunin 20. juni kl. 10.30, og verður møtt við skúlan. Tá verður eisini skipað fyri barnarenning.

Úrslit av renning á Fjarðastevnu á Skála 12. juni kl. 19.00

Dreingir -7 Føddir 2002 ella seinni Teinur: 500m
1. 02.24 Natanael Andréson Matras 2002 Treysti
2. 02.25 Edvard Ingebrigtsen 2002 Treysti 
3. 03.03 Brandur Andréson Matras 2003 Treysti
4. 03.52 Leivur Joensen 2005 Treysti
DNS Sigmund Jóhansson 2003 Hoyvík

Dreingir -10 Føddir 1999-2001 Teinur: 500m
01. 01.55 Fríði Magnussen 2000 Bragdið
02. 01.57 Jákup Joensen 2000 Skáli
03. 01.57 Kristian Gunnar Joensen 1999 Treysti
04. 02.07 Torkil Sørin Jógvansson 1999 Nólsoy
05. 02.11 Áron Sørensen 2000
06. 02.14 Axel Jacobsen 1999 Strendur
07. 02.14 Hans Petur W. Friðmundsson 2001 Bragdið
08. 02.15 Rói Olsen 2001 Roysnið
09. 02.23 Hákun Poulsen 2000 Bragdið
DNS John Hermann Fuglø 2000 Treysti
DNS Bárður Jóhansson 2001 Hvirlan

Dreingir -13 Føddir 1996-1998 Teinur: 1.000m 
1. 03.23 Fríði Hammer 1996 Bragdið
2. 03.27 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
3. 03.28 Fridleivur Joensen 1996 Treysti
4. 03.33 Heðin Gregersen 1996 Treysti
5. 03.56 Rógvi Johansen 1997 Bragdið
6. 03.58 Magnus H. Eysturoy 1998 Bragdið
7. 04.02 Fríði W. Friðmundsson 1997 Bragdið
8. 04.22 Jónas F. Berthelsen ? ?
DNF Heri Høj 1998 Bragdið
DNF Ari Olsen 1998 Roysnið

Dreingir -17 Føddir 1992-1995 Teinur: 1.000m
1. 02.57 Rúni Seloy 1994 Bragdið
2. 03.10 Regin Joensen 1995 Bragdið
3. 03.20 Steffan Joensen 1993 Nólsoy
4. 03.31 Hanus Pál Jógvansson 1992 Nólsoy
5. 03.44 Einar Gregersen 1995 Treysti

Gentur -7 Føddar 2002 ella seinni Teinur: 500m
1. 02.10 Maria Biskopstø 2002 Treysti
2. 02.31 Halla Maria Mikkelsen 2002 Treysti
3. 02.37 Elin Maria Poulsen 2002 Treysti
4. 02.48 Lena Maria Joensen 2002 Treysti

Gentur -10 Føddar 1999-2001 Teinur: 500m
1. 01.53 Margit W. Friðmundsdóttir 1999 Bragdið
2. 01.54 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
3. 02.02 Petra Ingebrigtsen 2000 Treysti
4. 02.02 Karin Holm Simonsen 1999 Bragdið
5. 02.08 Lena Poulsen 2000 Treysti
6. 02.11 Elisabet Holm Simonsen 2001 Bragdið
7. 02.12 Monika Pernille Jacobsen 1999 Treysti
8. 02.15 Eskilda Poulsen 2001 Viðareiði
9. 02.29 Rutt Gregersen 2001 Treysti
DNS Paulina Fuglø 1999 Treysti

Gentur -13 Føddar 1996-2008 Teinur: 1.000m
1. 04.00 Hildur Poulsen 1997 Bragdið
2. 04.36 Gurðun Gærdum 1997 Strendur

Gentur -17 Føddar 1992-1995 Teinur: 1.000m
1. 03.40 Jónfríð Hansen 1994 Treysti
2. 03.42 Monika Biskopstø 1994 Treysti
3. 04.25 Anna Malan Jógvansdóttir 1995 Nólsoy

Kvinnur Opin bólkur føddar 1993 ella fyrr Teinur: 8,7 km
1. 36.32 Bjørk Herup Olsen 1991 Bragdið 40
2. 40.27 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 34
3. 41.28 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan 30
4. 43.37 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 26
5. 46.01 Susan Jacobsen 1964 Treysti 23
6. 48.59 Astrid Joensen 1967 Fuglafjørður –
7. 50.39 Rosa Dal Jakobsen 1964 Bragdið 20
8. 59.24 Mariann Garðalíð 1970 Skála –
9. 59.24 Fríða Johannesen 1970 Skála –

Menn Opin bólkur føddir 1993 ella fyrr Teinur: 8,7 km
01. 30.03 Andrias Hansen 1982 Bragdið 40
02. 31.14 Sam Vang 1970 Bragdið 34
03. 31.42 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti 30
04. 31.50 Hallur Holm 1967 Bragdið 26
05. 31.59 Henry Olsen 1964 Bragdið 23
06. 32.15 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 20
07. 33.53 Jonhard Larsen 1966 Treysti 18
08. 33.58 Michael Feldballe 1973 Bragdið 16
09. 34.17 Heðin Jóhannessen 1953 Treysti 14
10. 34.34 Súni Jacobsen 1967 Bragdið 12
11. 35.21 Brian Smedemark 1980 Hvirlan 10
12. 35.30 Louis Kristensen 1970 Bragdið 9
13. 36.08 Heini Gregersen 1964 Treysti 8
14. 36.18 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi 7
15. 36.32 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið 6
16. 38.41 Steindor Hjaltalin 1949 Bragdið 5
17. 39.08 Tummas Anthoniussen 1964 Treysti 4
18. 39.15 Arnfinn Johannesen 1965 Roysnið 3
19. 40.39 Benjamin Petersen 1988 Gøta –
20. 41.03 Hannes Gislason 1965 Bragdið 2
21. 41.49 Theodor Askham Olsen 1958 Treysti 1
22. 42.07 Flemming Petersen 1960 Roysnið 0
23. 42.39 Eyjólfur Gislason 1963 Tórshavn –
24. 42.56 Jan Matras 1966 Treysti 0
25. 43.30 Birgir Sondum 1961 Tórshavn –
26. 44.46 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið 0
27. 45.41 Hans Birgir Hansen Tórshavn 1949 Bragdið 0
28. 46.48 Poul Poulsen 1961 Bragdið 0
29. 47.58 Regin Bláhamar 1971 Bragdið 0
30. 48.53 Hallur Mikkelsen 1969 Skála –
31. 48.57 Regin Jóanesarson 1945 Treysti 0
32. 52.38 Jóanes Poulsen 1966 Treysti 0
DNS Guttorm Sørensen 1968 Treysti
DNS Eirikur Hansen 1980 Bragdið
DNS Emil Biskopstø 1991 Treysti

Menn Veteranar F. 1954-1963 (45+) Teinur: 8,7 km
1. 32.15 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 40
2. 36.32 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið 34
3. 41.49 Theodor Askham Olsen 1958 Treysti 30
4. 42.07 Flemming Petersen 1960 Roysnið 26
5. 42.39 Eyjólfur Gislason 1963 Tórshavn –
6. 43.30 Birgir Sondum 1961 Bragdið 23
7. 46.48 Poul Poulsen 1961 Bragdið 20

Menn Supervetaranar F. 1953 ella fyrr (55+) Teinur: 8,7 km
1. 34.17 Heðin Jóhannessen 1953 Treysti 40
2. 36.18 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi 34
3. 38.41 Steindor Hjaltalin 1949 Bragdið 30
4. 45.41 Hans Birgir Hansen Tórshavn 1949 Bragdið 26
5. 48.57 Regin Jóanesarson 1945 Treysti 23