Leygardagin 19. september skipar Treysti á triðja sinni fyri Kalsoyar Renning
Eins og undanfarin er talan ikki um rennikapping, men heldur um ein hugnaligan og vinarligan rennitúr. Undirtøkan í fjør og fyrrárið var góð, og øll eru á einum máli um, at hetta er ein doyligur rennitúrur, sum eigur at verða á hvørjum ári. Undirtøkan higartil er dupult so stór sum seinasta ár, tá yvir 30 luttóku.
“Sam” siglir av Klaksvík kl. 10.15 til Syðradals og byrjað verður at renna næstan beinanvegin komið verður í land á Kalsoynni, har runnið verður frá ferjuleguni og norður til Trøllanes. Teinurin norður til Trøllanes er 16,5 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar. Allir luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt/pannulykt við. Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er 7 km. Á restini av teininum, er størri parturin ella umleið 5,5 km í tunnli, meðan hinir 4 km eru millum tunnlarnar og oman til Trøllanes. Í øllum tunnlunum eru skeltir í síðunum, sum hjálpa væl tá ein hevur lykt. Allir tunnlarnir hava mótbrekku á veg norðureftir. Mótbrekkunar blíva minni og minni fyri hvønn tunnil á veg norður.
Tá komið er í mál á Trøllanesi verður bjóða gott ábit til allar luttakararnar, og eisini verður okkurt "surprise".
Luttøkugjaldi, sum er kr. 100,- fyri hvønn luttakara, skal flytast á konto 9181-149.39.40 í EIK Banka og viðmerkjast skal "Kalsoy 2009". Øll eru vælkomin at luttaka.
"Sam" siglir av Syðradali aftur kl. 14:40 og kl. 17:35.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til treysti@treysti.fo í seinasta lagi mikukvøldið 16. september kl. 22.00. Eru spurningar ber til at ringja til Guttorm Sørensen á 230210 ella Jonhard Larsen á 285200.
Allir luttakarar verða bidnir um at hava lummalykt/pannulykt og skiftiklæðir við.
Á www.treysti.fo eru myndir frá rutuni, og verður nærri kunning at síggja har fríggjakvøldið.




