Leygardagin kl. 10.00 skipar Treysti fyri spennandi rennikapping í Klaksvik í fleiri ymiskum aldursbólkum
Ætlanin er at hetta skal blíva ein afturvendandi árlig rennikapping. Kappingin verður nú leygardagin 12. september kl. 10.00. Startur og mál verða millum EIK og Intersport.
Byrjað verður kl. 10.00 við yngstu aldursbólkunum, og so verða bólkarnir avgreiddir í tí raðfylgjuni. Tey vaksnu byrja øll samstundis kl. 10.45.
Bólkar:
Gentur & Dreingir f.2003 ella seinni – 250 m
Gentur & Dreingir f.2001-2002 – 500 m
Gentur & Dreingir f.1999-2000 – 500 m
Gentur & Dreingir f.1997-1998 – 1,1 km
Gentur & Dreingir f.1993-1996 – 1,1 km
Kvinnur & Menn f.1964-1992 – 2,9 km
Kvinnur & Menn veteranar f.1954-1963 – 2,9 km
Kvinnur & Menn superveteranar f.1953 ella fyrr – 2,9 km
Tilmelding
Tilmelding verður á staðnum leygarmorgunin inni hjá Intersport frá kl. 9.00 til 10.00. Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.
Vinningar
Allir vinnararnir av teimum einstøku bólkunum fáa steyp til ognar, umframt at nummar 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Til skjótasta mann og skjótastu kvinnu letur Intersport eitt par av renniskógvum.
Lutakast
Lutakast verður eisini millum allar luttakararnar um eitt par av renniskógvum og 4 gávukort frá Intersport.
Frukt og vatn
Á málinum verður frukt og vatn at fáa.
Steypini eru latin av Malltek, heiðursmerkini av Norðoya Litbúð, vatnið av Føroya Bjór, fruktin av Kjølbro Heilsølu og vinningarnir og lutakastið av Intersport.




