Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning – Norðdepil 150 ár

Treysti

Í smb. við at Norðdepil hátíðarheldur sín 150 ára føðingardag leygardagin 27. august, so skipar Treysti fyri rennikappingum fyri bæði børn og vaksin. Hendan renningin avloysir árligu Fossánes Renningina. 

Startur og mál verður á Torginum í Norðdepli, har startnummur eisini blíva útleveraði. Luttøkan í rennikappingini er ókeypis. Tilmelding byrjar kl. 12.00 á staðnum og renningarnar byrja kl. 13.00.

Kappast verður í hesum bólkum:

Gentur/Dreingir f.2010 ella seinni
Gentur/Dreingir f.2008-2009
Gentur/Dreingir f.2006-2007
Gentur/Dreingir f.2004-2005
Gentur/Dreingir f.2000-2003
Kvinnur/Menn f.1971-1999
Kvinnur/Menn vet. f.1961-1970
Kvinnur/Menn supervet. f.1960 ella fyrr

Hvannsund Kommuna letur heiðursmerkir til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum og handanin ferð fram á Torginum eftir lokna kapping.

Øll eru vælkimin at luttaka.