Tað gekk væl hjá Treysti í Grand Prix fyri vaksin í summar, sum endaði á Ólavsøku
Mánakvøldið skipaði Bragdið fyri árligu Ólavsøkurenningini. Luttøkan var sera góð hjá bæði vaksnum og børnum. Renningin var samstundis sætta og seinasta umfar í Grand Prix fyri vaksin í summar.
Líkindini at renna vóru av teimum allarbestu og eisini vóru rættiliga nógvir áskoðarar. Runnið bleiv á eini nýggjari 5 km rutu, sum var ein rundteinur uppá 1.024m, sum skuldi rennast fimm ferðir. Starturin fluttur 120m frammum málið, sum var á Skálatrøð uttanfyri hjá Valdemar Lützen. Umleið 100 menn og 50 kvinnur, umframt eini 150 børn luttóku í Ólavsøkurenningini hesaferð.
Treysti hevði nógvar luttakarar við, og var umboða í næstan øllum bólkum, og vunnu tey fleiri heiðursmerkir.
Longu undan renningini á Ólavsøku var mestsum alt avgjørt í øllum bólkunum í Grand Prix, og ta endaði við, at tað vóru ein ella fleiri rennarar úr Treysti á skamlinum í øllum bólkunum í Grand Prix.
Ólavsøkurenningin
Vinnarar hjá teimum vaksnu blivu, sum so ofta fyrr í summar, Andrias Hansen (16,39 min.) og Bjørk Herup Olsen (18,14 min.) úr Bragdið, og á øðrum og tríðjaplássi hjá bæði kvinnum og monnum komu Bragdarennarar. Sam Vang bleiv nummar tvey og Hallur Holm nummar trý. Hjá kvinnunum bleiv Súsanna Skylv Sørensen nummar tvey og Borgarhjørt Holm nummar trý.
Fremsti Treysta-rennari bleiv enn einaferð 17-ára gamli Jan Elmar Sørensen, sum hesaferð kom á mál á einum 5-plássi við tíðini 17,14 min., sum samstundis er hansara besta tíð á 5 km. Borgar Biskopstø, sum júst er afturkomin úr feriu, bleiv nummar 12 við 18,10 min., Heðin Jóhannessen bleiv nummar 19 við 19,25 min., Pól Sundskarð bleiv nummar 21 við 19,29 min., Heini Gregersen bleiv nummar 25 og kom enn einaferð undir 20 min. við tíðini 19,40 min., John V. Petersen bleiv nummar 40 við 21,03 min., Theodor A. Olsen bleiv nummar 64 við tíðini 22,38 min. og Regin Jóanesarson bleiv nummar 94 við 26,56. min.
Borgar Biskopstø bleiv samstundis nummar 2 í veteranbólkinum, meðan Pól og Theodor blivu nummar 6 og 13. Heðin Jóhannessen vann enn einaferð superveteranbólkin, eins og hann hevur gjørt alt summar.
Fremsta Treystakvinna var enn einaferð 16-ára gamla Rebekka Fuglø,
hesaferð á 5-plássið við 22,10 min., okkara "íslendski" limur Sondy Johansen (Sondy hjá Haldur í Ánunum) bleiv nummar 9 við 23,25 min., Susan Jacobsen bleiv nummar 13 við 24,28 min. og Karin K. Petersen bleiv nummar 18 við 25,18 min. Sonja Eysturdal og Martha Poulsen luttóku eisini, og gjørdist Sonja nummar trý í bólkinum superveteranar.
Eftir at tey vaksnu høvdu runnið vóru rennikappingar fyri bæði gentur og dreingir í bólkunum -7, -10, -13 og -17 og vóru tað sera nógv børn og ung sum luttóku. Bólkarnir -7 og -10 runnu umleið 450m, meðan -13 og -17 runnu eitt umfar á 1.024m.
Børnini
Maria Biskopstø vann gentubólkin -7 (2002 ella seinni), meðan Halla Maria Mikkelsen, sum fylti 7 ár hendan dagin, vann sær eitt silvurheiðursmerki. Rakul Steintórsdóttir bleiv nummar 8 av teimum 17 gentunum.
Oddvør Josephsen, sum er fødd í 2001, vann gentubólkin -10 (1999-2001), meðan Petra Ingebrigtsen (2000) bleiv yvirhálað stutt frá málinum og bleiv harvið nummar 3. Monika Pernille Jacobsen bleiv nummar 8, Rutt Gregersen nummar 13, Martha Josephsen nummar 14 og Zenaida Steinberg nummar 19 av teimum 20 gentunum. Rebekka Fuglø vann gentubólkin -17 (1992-1995).
Natanael Andréson Matras vann bólkin -7 (2002 ella seinni) frammanfyri 45 aðrar dreingir. Hann kom á mál, sum nummar tvey, men tað vísti seg aftaná, at drongurin frammanfyri var ov gamal. David Eyðsteinsson bleiv nummar 9, Debes Christiansen nummar 11, Brandur Andréson Matras nummar 27 og Pól Sundskarð (yngri) nummar 39. Nakrir dreingir duttu beint eftir startin, harímillum Brandur og Edvard Ingebrigtsen. Brandur helt áfram, meðan Edvard tíverri mátti gevast.
Millum teir 37 dreingirnar í bólkinum -10 (1999-2001) var Óli Eyðsteinsson (2001). Hann kom á mál á einum flottum 7-plássið. Bert dreingir føddir í 1999 vóru frammanfyri.
Dreingir -13 (1996-1998) vóru 17 í tali, og her bleiv Fridleivur Joensen nummar 2, meðan Heðin Gregersen bleiv nummar 6. Í bólkinum -17 (1992-1995) bleiv Einar Gregersen nummar 7.
Sostatt vann Treysti fyri vaksin 1 gull-, 1 silvur- og 1 bronsuheiðursmerki, meðan børnini vunnu 4 gull-, 2 silvur- og 1 bronsuheiðursmerki – hjartaliga tillukku tit !
Øll úrslitini frá Ólavsøku er at finna á heimasíðuni www.renn.fo og myndir frá Ólavsøkurenningini eru at finna á heimasíðuni www.bragdid.fo.
Grand Prix
Í Grand Prix hjá kvinnum gjørdist Bjørk Herup Olsen úr Bragdið vinnari við fullum stigatali, 165 stigum. Á næstu plássunum komu Rebekka Fuglø og Susan Jacobsen úr Treysti, við ávikavist 137 og 106 stigum, meðan Karin K. Petersen á fjóðraplássi fekk 97 stig.
Í opna bólkinum hjá monnunum vóru tað 21 luttakarar í høvdu gjøgnumført minst fýra umfør og gjørdist Andrias Hansen úr Bragdið vinnari við fullum stigatali, nevniliga 165 stigum. Sam Vang úr Bragdið bleiv nummar tvey við 145 stigum, frammanfyri Jan Elmar Sørensen úr Treysti á triðjaplássið við 133 stigum. Borgar Biskopstø bleiv nummar 7 við 77 stigum, Jonhard Larsen nummar 8 við 73 stigum, Heðin Johannessen nummar 10 við 59 stigum, Pól Sundskarð nummar 14 við 31 stigum, Theodor A. Olsen nummar 16 við 17 stigum og Regin Jóanesarson nummar 20 við 5 stigum.
Hjá veteranum var tað Borgar Biskopstø, sum gjørdist vinnari við fullum stigatali, tó uttan at fáa bonusstig, tvs. at Borgar vann við 160 stigum. Á øðrumplássið endaði Jósvein Herup Olsen úr Bragdið við 147 stigum. Triðjaplássið fór heldur óvæntað til Theodor A. Slsen í harðari kapping við Pól Sundskarð. Theodor fekk 125 stig, meðan Pól fekk 121 stig.
Heðin Jóhannessen vann superveteranbólkin við fullum stigatali og fullum bonusstigum, so hann fekk 165 stig. Nummar tvey gjørdist Jens Weihe úr Frælsi við 139 stigum frammanfyri Steindor Hjaltalin úr Bragdið við 123 stigum. Regin Jóanesarson bleiv nummar 5 við 97 stigum.
Samanlagt fekk Treysti sostatt 2 fyrstapláss, 1 annaðpláss og 3 triðjapláss í teimum fýra bólkunum í Grand Prix.
Endaliga støðan í Grand Prix 2009 fyri vaksin er at finna í www.renn.fo.




