Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: VILT de Suðuroy nærkast

John William Joensen

Nú nærkast tíðin, til at VILT de Suðuroy, fer av bakkastokki. Síðsta freist at boða frá luttøku er sunnudagin 29. mars

Dagarnir 3. – 5. apríl er VILT vertur um átak í Suðuroynni, har tað verður runnið ella gingið úr Sumba norður til Sigmundargjógv í Sandvík.

Teinurin, sum er umleið 45 kilometrar íalt, er býttur upp í fýra, og kunnu fólk luttaka í øllum fýra teinunum, ella bara einum ella tveimum, um ein heldur hevur hug til tað. Teinarnir eru 12, 9, 9 og 15 km.

Longu nú eru nógv tilmeldaði til allar teinarnar, men eisini til einstakar teinar. MBM kemur at setta sítt árin longu á fyrsta túrin, tá teir fara at verða Torginum í Vági við smakkiroyndum osv.

Seinasta freist at tilmelda seg tiltakið er nú sunnudagin 29. mars kl. 18.00. Meira um tilmelding, gjald, skrá og so víðari er at finna á www.vilt.fo.

Harleywoodpaint