– Renningin og frælsa ítróttin eru bæði á veg fram her á landi í løtuni. Tað eru spennandi tíðir fyri framman. Kring landið eru ungir og evnaríkir íðkarar í fleiri greinum, sigur Guttorm Sørensen, sum er ein av fyrirennarunum á hesum øki.
– Renningin og frælsa ítróttin eru bæði á veg fram her á landi í løtuni.Tað eru spennandi tíðir fyri framman. Kring landið eru ungir og evnaríkiríðkarar í fleiri greinum, sigur Guttorm Sørensen, sum er ein av fyrirennarunumá hesum øki.
Í hesum døgum eru júst 25 ársíðan, at ein av Føroya fremstu og kendastu rennarum, Guttorm Sørensen, byrjaðiat taka renniítróttina seriøst og luttaka í kappingum.
Norðlýsið hevur hitt mannin, iðmá metast at vera eldsál nummar eitt og fremsta ímyndin av ÍtróttafelagnumTreysti í Klaksvík, sum við sínum umleið 300 limum er eitt tað virknastafelagið fyri rennarar í Føroyum.
Luttikið í 600 kappingum
Hvussu nógvar kilometrar manst tú hava runnið tilsamans?
– Fyrstu árini lá tað um einar250-350 km um mánaðin, men alt eftir, hvar í kappingarárinum vit vóru, so bleivvenjingarmongdin í kilometrum tillagað, men intensiteturin øktur í staðin.
– Um eg eri varin og sigi í miðal2.500 kilometrar um árið í 25 ár, so gevur tað 62.500 kilometrar íalt.
Hvussu nógvum kappingum hevur tú luttikið í?
– Eg havi allar kappingarskjalfestar í dagbókum og á teldu. Fyrstu árini í Danmark rann eg nógvarkappingar hvørt ár. Í Føroyum vóru ikki serliga nógvar kappingar fyrstu árini,eftir at vit fluttu heim, men seinnu árini hava nógvar kappingar verið.
– Tó hava ymsir smærri og størriskaðar gjørt, at eg í nøkrum tíðarbilum ikki havi kunnað luttikið so nógv. Eittgott boð man verða einar 600 kappingar av ymsum slagi.
Gleðist um ítróttalig
framstig hjá øðrum
Hvørja luttøku í kappingum ella hvat úrslit ert tú mest glaður fyri?
– Hetta er sera trupult at svarauppá, tí eg havi rokkið nógvum málum og úrslitum og havi luttikið í nógvumkappingum av ymsum slagi innan frælsan ítrótt, sum eg eri so sera fegin um,bæði sum íðkari, venjari og fyriskipari.
– At síggja ungar og eldri íðkarar gera stór framstig ger meg seraglaðan. Tá teir eisini megna at vinna heiðursmerkir, bæði her heima oguttanlanda, so gleðist eg uppaftur meira.
– Eitt serligt úrslit, sum egfegnist um, er felagið hjá okkum, Treysti, og tann týdning, tað hevur fingiðfyri so nógvar føroyingar.
– Renningin og frælsur ítróttureru bæði á veg fram her á landi í løtuni. Tað eru spennandi tíðir fyri frammaní hesum ítrótti. Kring landið eru ungir og evnaríkir íðkarar í fleiri greinum.Vit síggja, tá ið kappingar eru á breytini, at næstan hvørja ferð verðabólkamet sett, og hvørt ár verða nógv nýggj bólkamet sett, og tað er tekin umframburð.
Les alla samrøðuna í blaðútgávuni hjá Norðlýsinum, sum varð borin í hvørthús í vikuni.




