Sunnudagin kl. 16 skipaði Bragdið fyri tí 18. Flaggdagsrenningini, sum hesaferð hevði metstóra luttøku við ikki færri enn 440 luttakarum.
Tað vóru góðar renniumstøður tá Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og Heilsumálum, skeyt startskotið til Flaggdagsrenningina sunnudagin. Har vóru nógvir áskoðarir, nógvir luttakarir og so var veðrið av tí allarbesta. Úr Treystinum luttóku 6 menn, 3 dreingir og 1 genta.
Óvantaðir vinnarir
Hjá teimum 160 monnunum gjørdist Sam Vang úr Bragdinum vinnari í tíðini 24,15 min, bert 1 sekund frammanfyri Regin Zachariaasen úr Bragdinum. Tað var ikki væntað frammanundan at hesir báðir skuldu enda ovast á sigurspallinum.Hvørgin teirra er tó ókendur í føroyskum rennihøpi. Teir hava báðir luttikið í fleiri kappingum áður og hava klárað seg væl, hóast teir ikki hava vunnið. Nummar trý gjørdist Guttorm Sørensen úr Treystinum við tíðini 24,20 min. Venjingin hjá honum hevur seinastu tíðina verið darvað fyrst av influensu og síðani einum skaða í knænum. Jonhard Larsen, sum seinasta sunnudag setti persónligt met í London Marathon, kom á mál á fjóðra plássi í tíðini 24,32 min. Hann var tungur í beinunum eftir flotta avrikið í London, og var ikki komin heilt fyri seg aftur. Tann bert 14 ára gamli Álvur F. Christiansen úr Treystinum gjørdist nummar 16 í tíðini 27,03 min. Hetta er sera flott runnið av Álvur. Jógvan Jóhan Lorenzen, Bogi Joensen og Ólavur Kjølbro úr Treystinum gjørdust nummar ávikavist 28, 30 og 58.
Hjá kvinnunum gjørdist tann bert 14 ára gamla Jenny Svabo, úr nýstovnaða felagnum Frælsi úr Vágunum, vinnari.
Børn
Av teimum 55 dreingjunum gjørdist Remi Langgard úr Roysnið vinnari, frammanfyri Jan Elmar Sørensen úr Treystinum, meðan Brian Vang úr Hoyvík gjørdist nummar trý. Brøðurnir John Viljam og Beinir Johannesen úr Treystinum gjørdust nummar ávikavist 15 og 28. Teir eru báðir ungir enn og vóru frammanfyri fleiri eldri rennarir. Hjá teimum 60 gentunum gjørdist Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum vinnari frammanfyri Katarinu Christiansen og Sólju Christiansen úr Havn. Vilbjørg Johannesen úr Treystinum gjørdist her nummar 11.
Firmastaffett
At luttøkan var so stór sum hon var, er ikki minst firmastaffettini fyri at takka. Heili 27 lið luttóku og gjørdist Com-Data, sum var mannað av Guttorm Sørensen, Jonhard Larsen og Ólavur Kjølbro, nummar trý, aftanfyri Føroya Banka og Føroya Shell.
Øll úrslitini frá renningini eru at síggja á www.athletics.fo .




