Feðgarnir Guttorm og Jan Elmar Sørensen úr Treysti endaðu á ávikavist 1. og 2. plássi í rennikapping leygardagin
Leygardagin varð 3. umfar í vetrarkappingini í renning avgreitt í Hvalvík og Streymnesi. Startur og mál vóru við Margáir í Streymnesi. Runnið bleiv frá Margáum út til landsvegin, eftir Oyruni, gjøgnum Hvalvík og so aftur til Streymnes. Rennast skuldu trý umfør av hesi rutu, áðrenn runnið bleiv á mál við Margáir. Teinurin var 8,3 km. Líkindini at renna vóru ikki av teimum bestu, tí nógvur vindur var sunnaneftir og eisini onkrir ælingar.
Hjá monnunum var tað Guttorm Sørensen úr Treysti, sum legði seg á odda frá byrjan, men eftir fyrsta umfar vóru fleiri rennarar beint í hølunum á honum. Eftir næsta umfør hevði hann økt eitt sindur, og nú vóru tað Andrias Hansen úr Bragdið og Jan Elmar Sørensen úr Treysti í vóru honum næstir. Nakað aftari komu so Regin Zachariasen, Henry Olsen og Sam Vang úr Bragdið. Teir lógu nakað frammanfyri Borgar Biskopstø úr Treysti og Eirik Hansen úr Bragdið.
Tá teir fremstu runnu gjøgnum Hvalvík seinastu ferð setti Jan Elmar ferðina upp og rann frá Andriasi, og byrjaði av álvara at nærkast pápa sínum. Guttorm hevði tó vunnið sær so mikið stórt forspring, at Jan Elmar akkurát ikki megnaði at fáa han aftur. Guttorm gjørdist sostatt vinnari við 29,46 min, bert trý sekund frammanfyri Jan Elmar við tíðini 29,49 min. meðan Andrias gjørdist nummar trý við 30,12 min. Á næstu plássunum komu so Regin (30,26), Sam (31,10), Henry (31,14), Eirikur (31,45) og Borgar (31,56) sum gjørdist nummar átta. Jonhard Larsen úr Treysti gjørdist nummar tíggju.
Í veteranbólkinum gjørdist Regin Zachariasen úr Bragdið vinnari frammanfyri Borgar Biskopstø úr Treysti.
Í bólkinum fyri superveteranar gjørdist Jens Weihe úr Frælsi, vinnari frammanfyri Steindor Hjaltalin og Jóannes Ortind úr Bragdið.
Hjá kvinnunum var Bjørk Herup Olsen úr Bragdið sum legði seg á odda. Á teimum næstu plássunum komu Súsanna Skylv Sørensen og Rannvá Djurholm úr Bragdið og so Susan Jacobsen, Sigrid Bjartalíð og Karin K. Petersen úr Treysti. Bjørk mátti gevast á seinasta umfari, og tí bleiv tað Súsanna sum vann tryggan sigur við 34,08in. frammanfyri Rannvu. Susan og Sigrið lógu leingi sera tættar, men endin bleiv at Sigrið rann seg til eitt triðjapláss frammanfyri Susan og Karin.
Hjá gentunum gjørdist Rebekka Fuglø úr Treysti vinnari, meðan Rúni Seloy gjørdist vinnari hjá dreingjunum. Gentur og dreingir runnu 3,3 km.




