Sunnudagin bleiv skipað fyri Copenhagen Marathon, og hevði Treysti 3 luttakarar við. Tey vóru Jóhan Havn, Petra Gardar og Susan Jacobsen.
Jóhan Havn og Petrar Gardar búgva í Danmark, men renna fyri Treysti tá tey luttaka í kappingum har.
Tað gekk væl hjá teimum sunnumorgunin í Keypmannahavn. Jóhan, sum hevur runnið fleiri marathon, gjøgnumførdi teir 42,195 km við tíðini 2 tímar 49,52 minuttir. Tað er 1,40 minuttir betri tann tá hann fyrst í mars rann marathon í Barcelona. Jóhan gjørdist nummar 60 av teimum 5.335 monnunum sum gjøgnumførdu, og nummar 16 í bólkinum menn 35-39 ár.
Hjá Petru gekk eisini sera væl. Hon setti persónligt met, og gjøgnumførdi marathonteinin uppá 3 tímar 16,05 minuttir. Tað eru 7 minuttir skjótari enn seinasta ár og 21 minuttir skjótari enn tá fyrstu ferð hon rann marathon í Føroyum í 2005.
"Hetta var nógv betri enn eg hevði væntað. Eg bleiv troytt móti endanum og tað var hart teir seinastu 6 kilometrarnar", sigur ein vælnøgd Petra Gardar í samrøðu við Norðlýsið.
Petra kom á mál sum nummar 19 av teimum 1222 kvinnunum, sum gjøgnumførdu. Í bólkinum kvinnur 40-44 ár gjørdist hon nummar 2!.
Susan Jacobsen, sum gekk við gipsaðum beini fyri nøkrum vikum síðani, gjøgnumførdi í tíðini 4 tímar 22,17 minuttir.




