Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Gutti vann Vetrarkappingina 2007/2008

John William Joensen

Guttorm Sørensen úr Treystinum vann bæði Várkappingina í dag og samlaðu Vetrarkappingina, meðan Borgar Biskopstø úr Treystinum gjørdist nummar trý í dag og samanlagt

16-ára gamla Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum setti nýtt føroyskt met á 10 km teininum í Várkappingini í Runavík í dag. Bjørk rann teir 10 km uppá
38,57 min. Gamla metið átti Sunnuvá Bjarnastein. Hon rann 39,51 min í
somu kapping 27. mars í 1999.

18 luttakarar vóru við í Várkappingini, har tey vaksnu runnu 10 km og børnini 5 km. Umstøðurnar at renna vóru sum heild góðar. Tað var turt, men eitt kalt lot í støðum á rutuni.

Várkappingin var samstundis seinasta umfar av vetrarkappingini í renning. Vetrarkappingin hevur verið skipað í 5 umførum har tey vaksnu og unglingarnir hava runnið íalt 50 km og børnini 20 km. 1. umfar var Runt Agnið í november, 2.umfar var í Havn í desember, 3. umfar var í Streymnesi í januar, 4. umfar var í Hvannasundi í februar og seinasta umfar var so í Runavík í dag. Bert tey sum høvdu gjøgnumført øll fimm umførini taldu við í samlaðu Vetrarkappingini

Bjørk Herup Olsen vann Várkappingina hjá kvinnum frammanfyri Fríðunn Steinberg og Karin Kirke Petersen úr Treystinum. Bjørk og Fríðunn gjørdust nummar eitt og tvey í samlaðu Vetrarkappingini.

Hjá monnum vann Guttorm Sørensen úr Treystinum Várkappingina við 33,55 min frammanfyri Andrias Hansen úr Bragdinum við 35,33 min og Borgar Biskopstø úr Treystinum við 36,14 min. Tíðin hjá Borgari var hansara besta á 10 km teininum. Hesir tríggir gjørdust eisini nummar 1, 2 og 3 í samanløgdu vetrarkappingini.

Borgar Biskopstø úr Treystinum vann veteranbólkin í Várkappingini við tíðini 36,14 min, frammanfyri Pól Sundskarð úr Treystinum og Regin Jóanesarson úr Bragdinum. Borgar og Regin gjørdust nummar eitt og tvey í samanløgdu
Vetrarkappingini.

Kappingina hjá gentum vann Rannvá Djurholm úr Bragdinum við tíðini 20,16 min, frammanfyri Rebekku Fuglø og Moniku Biskopstø úr Treystium. Rebekka vann samlaðu kappingina frammanfyri Bjørk Reynagarð Svabo úr Frælsinum.

Hjá dreingjunum gjørdist Regin Joensen fyrstur á mál við tíðini 20,51. Nummar tvey bleiv Johannes Kristensen. Teir renna báðir fyri Bragdið. Teir gjørdust eisini nummar eitt og tvey í vetrarkappingini. 

Næsta rennikapping verður leygardagin 5. apríl, tá Føroya Shell saman við Treystinum, Bragdinum og Roysninum skipar fyri Heilsurenning frá Shellstøðunum í Klaksvík, Havn og Gøtudali. Kappast verður í ymsum bólkum. Børnini renna 2-3 km, meðan tey vaksnu kunnu velja at renna 2-3 km ella 5-6 km.