Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Guttorm Sørensen føroyameistari í ½-marathon

John William Joensen

Leygardagin gjørdist Guttorm Sørensen úr Treystinum føroyameistari á ½-marathon teininum við tíðini 1.13.07 tímar, og kláraði hann harvið kravið til Oyggjaleikirnar á Rodos í summar.

Tað var Bragdið, sum skipaði fyri FM-kappingini í hálvum marathon, sum er 21,1 kilometrar, og luttóku 19 menn og 5 kvinnur. Hóast tað var eitt lítið lot, so vóru tað góð líkindini at renna. Runnið bleiv frá Bursatanga, út til Tyrlupallin úti við Strond at venda og aftur, og so niðan um Café Natúr at venda. Hesin teinur, sum er 4,2 kilometrar, skuldi rennast fimm ferðir.

Frá byrjan vóru tað Borgar Biskopstø og Guttorm Sørensen úr Treystinum og Sam Vang úr Bragdinum, sum løgdu seg á odda. Eftir fyrstu rundu var Borgar dragnaður nakað, meðan Guttorm og Sam enn fylgdust. Men tá teir vendu um Café Natúr aðru ferð, tvs. eftir umleið átta kilometrar, megnaði Sam ikki at fylgja Guttormi meira, og øktist munurin nógv teirra millum. Guttorm gjørdist tryggur vinnari og føroyameistari við tíðini 1.13.07 tímar. Hetta er besta tíðin hjá Guttormi á ½-marathon teininum síðani Oyggjaleikirnar á Jersey í 1997. Sum nevnt omanfyri, so hevur Guttorm Sørensen, við tíðini leygardagin, kvalifiserað seg til Oyggjaleikirnar á Rodos í summar. Sam Vang helt fast um annaðplássið og kom á mál við tíðini 1.16.48 tímar, meðan Sigurð Justinussen úr Bragdinum yvirhálaði Borgar á triðjaplássi og vann bronsu við tíðini 1.17.25 tímar. Borgar á fjóðra plássi setti persónligt met á teininum við tíðini 1.17.58 tímar. Pól Sundskarð gjørdist nummar seks í opna bólkinum og nummar tvey hjá veteranunum við tíðini 1.26.56 tímar. Pól skal seinni í mánaðinum luttaka í Copenhagen Marathon. Jonhard Larsen gjørdist nummar nýggju við tíðini 1.27.55 tímar.

Hjá kvinnunum gjørdist Fríðunn Steinberg úr Treystinum eisini føroyameistari. Hon legði seg á odda frá byrjan og megnaði at halda leiðsluna allan vegin, og kom á mál sum tryggur vinnari við tíðini 1.42.40 tímar. Nummar tvey hjá kvinnunum gjørdist Kristina Samuelsen úr Bragdinum við tíðini 1.45.12, meðan Frida Poulsen eisini úr Bragdinum gjørdist nummar trý við tíðini 1.53.23 tímar. Karin K. Pedersen úr Treystinum gjørdist nummar fýra við tíðini 1.57.46 tímar.