Leygardagin skipaði Frælsur Ítróttur Føroya fyri FM kapping í crossrenning. Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri tílíkari rennikapping í Føroyum.
Úti í heimi er tó rættiliga vanligt við tílíkum rennikappingum. Crossrenning er renning á grasi við ójøvnum undirlagi, tvs. við størri og minni mót- og undanbrekkum. Tá ein rennur slíkt, er best at nýta píkaskógvar at renna í fyri at fáa betri festi. Henda fyrsta crossrenningin fór fram á tí sonevnda Stovugólvinum, sum liggur omanfyri og norðanfyri fótbóltsgrasvøllin á Svangaskarði. Útsýnið á rutuni er sera vakurt. Rutan var ein rundteinur uppá umleið 800 metrar, sum skuldi rennast nakrar ferðir. Kappingin var skipað í ymiskar bólkar, sum vóru vaksin (f. 1959-1986), veteranar (f. -1958) og ung (f. 1987-1992). Øll byrjaðu í senn, og skuldu tey vaksnu renna 8 km, tvs. 10 umfør, og tey ungu 4 km, tvs. 5 umfør. 16 vaksin og 5 ung tóku lut.
Undan kappingini hildu hinir luttakarnir at Guttorm Sørensen var favorittur at vinna, tí hann hevur drúgvar royndir frá crossrenningum, tá tíðina hann búleikaðist í Danmark. Undan kappingini gjørdi Guttorm eisini greitt, at hann var sera uppsettur at vinna hesa kapping. Tað hevur eisini gingi eftir ætlan við venjing hjá honum í vetur, og hevur hann vænt dúgliga saman við Jonhardi Larsen, sum venur til London Marathon í apríl. Eftir at startskotið var latið av, fekst beinanvegin ein ábending um hvussu leikur fór at fara fram. Guttorm legði seg á odda, við Jonhardi Larsen í hølunum. Taktikkurin hjá teimum báðum var at leggja hart út, og tað eydnaðist. Longu eftir fyrsta umfør vóru teir greitt á odda. Eftir triðja umfar var Guttorm byrjaður at draga frá Jonhardi, og økti hann spakuliga um leiðsluna heilt á mál, og gjørdist sostatt fyrsti føroyameistarin í crossrenning. Tíðin hjá Guttorm Sørensen var 32,27 min. Jonhard kom á mál á einum tryggum øðrumplássi, í tíðini 33,08 min, frammanfyri Cecil Weihe úr Bragdinum, í tíðini 33,30 min. Sostatt vunnu teir báðir mennirnir úr Treystinum bæði gull og silvur. At teinurin var sera krevjandi sást av, at onkur rennari mátti gevast vegna krampa. Men teir flestu vóru tó á einum máli um, at sjálvt um tað var sera strævi at gjøgnumføra, so var hetta var áhugavert og ørvísi at renna.
Hjá kvinnunum gjørdist Brynhild Absalonsen úr Bragdinum vinnari. Hjá veteranunum gjørdist Jósvein H. Olsen tryggur vinnari frammanfyri Steindor Hjaltalin.
Hjá teimum ungu monnunum gjørdist Jóan Karl Joensen úr Bragdinum vinnari, frammanfyri Álvur F. Christiansen úr Treystinum. Álvur og Robin Jønsson úr Roysnið, gjørdu tað mistak, at teir hildu fjóðra umfar var ta seinasta og høvdu teir sostatt brúkt ov nógva orku, áðrenn farast skuldi út á fimta og seinasta umfar. Tað gjørdi at Jan Elmar Sørensen úr Treystinum, sum lá á fjóðra plássi, kom á mál bert eitt sekund eftir Robin á triðja plássi. Hjá teimum ungu kvinnunum gjørdist Bjørk H. Olsen vinnari.




