Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Símun Joensen føroyameistari á 10 km

John William Joensen

Týskvøldið skipaði Roynsið fyri 10 km renning í Runavík. Henda kapping var bæði 3. umfar í Grand Prix hjá vaksnum og føroyameistaraskapurin á 10 km teininum.

 Rutan sum runnin verður, er ein rundstrekningur uppá ein góðan kilometur, sum skal rennast nýggju ferð. Málið er við Sjómansheimið, har tað verður runnið om á Gulasteinveg, og síðani inn eftir honum og niðan á Heiðaveg við grillina og Føroya Banka. Rennarnir dáma sera væl hesa rutuna tí hon er skjót og góð.  Av tí at tivoli á Eystanstevnu verður sett upp beint á rutuni so ikki rennast kann meðan tað stendur uppi, so er renningin flutt til áðrenn tivoli kemur upp. Í ár bleiv hon flutt fram til týsdagin vegna fótbóltslandsdystin móti Týsklandi. Líkindini at renna vóru ikki av teimum bestu, tí tað var eitt lítið lot og regnaði alla tíðina, meðan runnið varð. Tað luttóku umleið 20 menn og 4 kvinnur í kappingini. Undan kappingini var longu greitt at Hallur Holm úr Bragdinum ikki var við, og beint áðrenn start bleiv eisini greitt, at Cecil Weihe úr Bragdinum heldur ikki luttók vegna skaða. Tí var lagt upp til eina spennandi uppgerð millum Sigurð Justinussen úr Bragdinum og teir báðar Símun Joensen og Jonhard Larsen úr Treystinum. Sigast skal, at Símun Joensen hevði fingið frí frá fótbóltsvenjingini, fyri at luttaka í hesi kappingini.
Taktikkurin hjá Jonhardi og Símuni var, at fylgja Sigurði sum longst, og renna frá honum móti endanum á teininum. Og tað eydnaðist til fulnar. Teir tríggjir løgdu ikki so hart út sum teir plaga, og tí var tað næstan ”hygge-tempo” hjá teimum teir fyrstu 7-8 kilometrarnar. Teir rundaðu teir fyrstu 5 kilometrarnar beint undir 18 minuttir. Ikki fyrr enn á hálvumáttanda kilometri byrjaði nakað at henda, tí tá gjørdi Símun eitt ordiligt rykk frá hinum báðum og vann sannførandi í tíðini 35,34 minuttir, sum eisini er persónligt hjá honum. Tillukku Símun! Avgerðin um triðja pláss fall ikki fyrr enn beint eftir 9 kilometrar, tá Jonhard rykti frá Sigurði og bleiv nummar tvey í tíðini 35,57 minuttir, og tað er eisini persónligt met hjá Jonhardi. Tillukku Jonhard! Sigurð endaði sostatt á triðja plássi við tíðini 36,06 minuttir. Henda tíð er væl seinni, enn hann hevur runnið teinin uppá áður.
Á fjóðra plássi kom Guttorm Sørensen úr Treystinum. Hann legði varligari út enn hinir, og var meiri enn 20 sekund aftanfyri hinar tríggjar tá teir rundaðu 5 kilometrar. Av tí at tempoði frammanfyri ikki var so høgt sum tað plagar, so byrjaði Guttorm at nærkast teimum spakuliga. Beint áðrenn Símun gjørdi sítt rykk, var Guttorm bert eini 4-5 sekund aftanfyri teir tríggjar. Hann dragnaði so nakað, og byrjaði síðani aftur at nærkast Sigurð og Jonhard. Beint áðrenn teir fóru undir síðsta kilometurin, var Guttorm komin heilt fram til teir báðar, men tá vóru kreftirnar eisini uppi, og kláraði hann ikki at fylgja teimum á mál. Guttorm kom á mál í tíðini 36,16 minuttir, bert 10 sekund aftanfyri Sigurð. Leggjast kann afturat at Guttorm rann seinnu hálvu 20 sekund skjótari enn fyrru. So ikki kann sigast annað enn, at teir tríggir rennarnir úr Treystinum kláraðu seg sera væl í hesi kappingini.
Í Grand Prix kappingini er støðan nú tann, eftir trý umfør, at Jonhard Larsen liggur á odda við 97 stigum. Á øðrum plássi liggur Sigurð Justinussen við 93 stigum, meðan Símun Joensen liggur á triðja plássi við 74 stigum og Guttorm Sørensen liggur á fjóðra plássi við 68 stigum. Í Grand Prix kappingini sær eisini gott út hjá rennarnum úr Treystinum.
Hjá kvinnunum var tað enn einaferð Rigmor N. Arge úr Bragdinum sum vann. Honn kom á mál í tíðini 39,51 minuttir og er tað tangering av føroyska metinum á 10 kilometur teininum. Sum tað gongur hjá Rigmor í løtuni, so kann væntast. at hon fer at seta okkurt føroyskt met í summar. Nummar tvey gjørdist Tordis D. Eiriksfoss úr Bragdinum og á triðja plássi kom Jóngerð Høgnesen eisini úr Bragdinum. Rigmor liggur klárt á odda í Grand Prix við fullum stigatali, frammanfyri Tordis.
Hjá veteranmonnunum var tað enn einaferð Óli Olsen úr Bragdinum sum vann, frammanfyri Steindor Hjaltalin og Henning C. Poulsen báðir úr Bragdinum. Tað er gott av Óla, tí hann fær ikki vænt, sum hann kundi ynskt, vegna ein lítlan skaða í beininum. Í Grand Prix kappingini liggur Óli Olsen eisini á odda frammanfyri teir somu omanfyrinevndu. Hjá veterankvinnum var tað Jóngerð Høgnesen sum vann.
Leygardagin kl. 15.00 verður 2. umfar í Grand Prix kappingini hjá børnum í Runavík. Startur og mál verður á kei’økinum frammanfyri P/F Zacharias Leitisstein.