Leygardagin kl. 14 skipaðu Bragdið og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 3. umfari av TF vetrarkappingini í Havn.
Runnið bleiv frá Tryggingarfelagnum og út til tyrlupallin úti við Strond og aftur. Ein teinur uppá 4 km. Øll byrjaðu í senn, og runnu tey vaksnu 3 umfør tvs. 12 km, meðan gentur og dreingir runnu eitt umfar. Tað var eitt fitt lot ímóti hjá rennarunum á veg heimaftur frá tyrlupallinum.
Hallur Holm úr Bragdinum og Guttorm Sørensen úr Treystinum løgdu seg á odda beinanvegin, og løgu teir púra javnir allan vegin. Teir øktu allatíðina um munin til nummar trý, sum hesaferð bleiv Trygvi Hansen úr Bragdinum. Ikki fyrr enn teir seinastu 300 metrarnir bleiv avgjørt millum Hallur og Guttorm. Hallur setti ein spurt inn, og Guttorm megnaði ikki at svara aftur, og kom á mál á øðrum plássi í tíðini 42,49 min. bert 1 sekund aftanfyri Hallur. Nummar fýra gjørdist John Havn úr Treystinum. Hann legði varliga út, men tók seg spakuliga frameftir sum kappingin leið. Nummar seks og sjey gjørdust Borgar Biskopstø og Jógvan Jóhan Lorenzen úr Treystinum. Hetta eru sera góð úrslit av John, Borgar og Jógvan Jóhan.
Sigrid Sivertsen úr Treystinum, ið liggur á odda hjá kvinnunum, mátti gevast eftir fyrsta umfar, tí hon fekk trupulleikar av búkilsku, sum hon hevur verið rakt av í seinastuni.
Hjá veteranum gjørdist Jósvein H. Olsen úr Bragdinum vinnari, frammanfyri Óla Olsen úr Bragdinum og Tummas Joensen úr Treystinum. Tað var sera javnt millum Óla og Tummas allan vegin, og brúkti teir ávikavist 49,47 min og 49,53 min. um teinin. Nummar fýra gjørdist Pól Sundsskarð úr Treystinum í tíðini 51,10min.
Hjá dreingjunum gjørdist Álvur F. Christiansen nummar eitt og Jan Elmar Sørensen úr Treystinum nummar tvey. Teir báðir brúktu ávikavist 14,34 min. og 14,38 min. um teir fýra kilometrarnar og er tað sera væl runnið av teimum báðum. Nummar trý gjørdist Rói Agnarson úr Bragdinum.
Hjá gentunum gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum nummar trý, aftanfyri Bjørk H. Olsen og Ránnvu Djurholm úr Bragdinum. Rebekka lá annars á øðrum plássi, tá hon fekk livurhøgg og mátti seta ferðina niður.
Fjóðra umfar av TF vetrarkappingini verður 22. januar í Hvalvík.




