Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Tórshavn Marathon: Tummas Joensen føroyameistari fyri veteranar

Guttorm Sørensen

Í Tórshavn Marathon, sum var í Havn leygardagin, gjørdist Tummas Joensen úr Treystinum føroyameistari í veteranbólkinum hjá monnum, sum er fyri menn yvir 45 ár.

Í samband við Tórshavn Marathon skipaði FÍF fyri føroyameistarakapping í marathon fyri menn/kvinnur og veteranar. Menn og kvinnur er ein opin bólkur í øllum aldri, meðan veteranbólkurin er fyri tey sum hava fylt 45 ár áðrenn kappingarárið byrjaði.

Tummas vann gull
Tummas Joensen, sum rann sítt lívs fyrsta marathon, gjørdist vinnari í veteranbólkinum. Hann brúkti 3 tímar 34,29 minuttir um at renna teir 42 kilometrarnar og 195 metur, sum marathon teinurin er.
– Hetta smakkaði sera væl, sigur ein vælnøgdur Tummas. – Eg hevði kanska ov stóra respekt fyri teininum áðrenn vit byrjaðu, tí menn snakkaðu nógv um tann sonevnda "múrin", sum ein kann møta á marathon, sigur Tummas. Ætlanin hjá honum var annars at brúka umleið 5 minuttir fyri hvønn kilometur, og tað gekk eisini væl í byrjanini. -Tá eg kom út á 25 kilometur merkti eg okkurt í beinunum, og var eg bangin fyri at hetta var múrurin, og tí setti eg ferðina nakað niður, men tá tað ikki bleiv verri, setti eg ferðina uppaftur móti endanum, sigur Tummas Joensen, sum er ættaður úr Sumba og býr í Klaksvík, har hann er fólkaskúlalærari. Í opnu marathon kappingini gjørdist Tummas nummar 8 av 33 monnum, og í bólkinum menn føddir 1955-1964 gjørdist hann nummar trý. Tillukku Tummas!

Jonhard vann ½-marathon
Skipað bleiv eisini fyri øðrum kappingum leygardagin og ein av teimum var ½-marathon. Í hesi kappingini gjørdist Jonhard Larsen úr Treystinum sera sannførandi vinnari í tíðini 1 tíma 23,40 min. Jonhard var næstan fimm minuttir frammanfyri næsta mann. Pól Sundskarð, sum eisini luttók í hesi kapping, gjørdist nummar trettan í tíðini 1 tímar 45,37 min. av teimum 22 monnunum. Næsta rennikapping verður á Ólavsøku 27. juli, tá er teinurin 5 km.