Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Treysti góða byrjan í Vetrarkappingini

John William Joensen

Treysti átti heilar 15 av teimum 31 luttakarunum, sum vóru við í fyrsta umfarinum av Vetrarkappingini, sum var avgreitt Runt Agnið leygardagin

Teinurin Runt Agnið er 10,5 km. Byrjað verður við Tofta Skúla og runnið verður úteftir móti Nesi, har sneitt verður niðaneftir, framvið har vindmyllurnar standa. Næstan alt, umleið 3 km, á hesum fyrsta teininum niðaná er mótbrekka. Síðani byrjar ein góðar 4 km long undanbrekka. Fyrst oman til Rituvíkarvegin, har snarað verður til vinstru, framvið Toftavatni og oman til Rundkoyringina í Runavík. Har verður eisini snarað til vinstru runt um Saltnes og út til Tofta kei, har málið er. Allir bólkar runnu henda teinin, uttan gentur og dreingir, sum runnu 5 km frá Mýrunum millum Runavík og Rituvík og út á Tofta kei.

Tað var eitt eitt sindur kalt høgættarlot, og nakrir dropar komu eisini niður móti endanum av kappingini. Men hugsar ein um árstíðina, so vóru líkindini sum heild góð.

Hjá monnunum var tað, í opna bólkinum, væntandi at kappingin fór at verða ímillum Andrias Hansen og Sam Vang úr Bragdið og so Guttorm Sørensen úr Treysti. 

Og var tað Andrias, sum legði seg á odda á veg niðan móti vindmyllunum, meðan Guttorm og Sam vóru bert nøkur sekund aftari. Á fjórða og fimmta plássi kappaðust Eirikur Hansen úr Bragdið og Jan Elmar Sørensen úr Treysti, meðan Borgar Biskopstø úr Treysti lá nakað aftari. Tá undanbrekkan byrjaði, rann Sam seg skjótt fram til Andrias á fyrsta plássi, og tá teir komu oman til Rituvíkarvegin, vóru teir einar 50 metrar frammanfyri Guttorm. Men framvið Toftavatni ella oman eftir Mýrunum, sum tað eisini verður nevnt, so megnaði Guttorm, at renna seg heilt fram til teir báðar, so teir tríggir lógu javnir tá teir komu oman til Rundkoyringina í Runavík. Teir fylgdust síðani eina løtu, men so royndi Sam at sleppa leysur, men Guttorm fylgdi við eina góða løtu, meðan Andrias dragnaði. Hetta skuldi so vísa seg, at blíva avgerandi løtan í kappingini um tey fremstu plássini, tí Sam gjørdist vinnari 19 sekund frammanfyri Guttorm, sum var 20 sekund frammanfyri Andrias, tá teir komu á mál.

Á teimum næstu plássunum hevði Borgar runnið seg heilt fram til Eirik og Jan Elmar tá teir komu oman til Rundkoyringina, og megnaði hann eisini at renna frá teimum, men Jan Elmar svaraði aftur, meðan Eirikur dragnaði. Á síðsta kilometrinum megnaði Jan Elmar, at renna frá Borgari, so hann gjørdist nummar fýra, frammanfyri Borgar á fimmta plássi. Teir báðir blivu samstundis vinnarar hjá ávikavist unglingum og veteranum.

Jonhard Larsen, sum roynir at koma í gongd aftur við renning, gjørdist nummar sjey, meðan Pól Sundskarð og Tummas Joensen blivu nummar níggju og tólv. Pól og Tummas blivu samstundis nummar tvey og trý í vetaranbólkinum.

Bogi Gardar úr Treysti, sum er veteranur og var við í rennikapping fyri fyrstu ferð, stóð seg væl og gjørdsist nummar fimmtan, og nummar fýra í veteranbólkinum.

Ein superveteranur úr Treysti var við hesaferð, og gjørdist Regin Jóanesarson nummar nítjan, og nummar trý í bólkinum fyri superveteranar.

Hjá kvinnum var tað ikki óvæntað Bjørk Herup Olsen og Rannvá Djurholm úr Bragdið, sum blivu ávikavist nummar eitt og tvey í opna bólkinum hjá kvinnum. Fríðunn Steinberg úr Treysti stóð seg væl og bleiv nummar trý frammanfyri Karinu Petersen úr Fuglafirði. Á teimum næstu plássunum komu úr Treysti Susan Jacobsen á fimmta, Karin K. Petersen á sætta, Sigrid Bjartalíð á sjeynda og Eyð Matras á áttanda. Eyð gjørdist samstundis vinnari fyri veteranar.

Hjá gentunum gjørdist Rebekka Fuglø úr Treysti vinnari. 

Vetrarkappingin í renning umfatar fimm umfør. Annað umfar verður í Havn leygardagin tann 6. desember kl. 11.00, tá verður runnið 12 km hjá vaksnum og 4 km hjá hjá børnum.