Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Treysti vann tvey FM heitir i marathon

John William Joensen

Borgar Biskopstø og Fríðunn Steinberg úr Treysti vunnu sunnudagin FM í marathon fyri ávikavist veteranar og kvinnur

Tað vóru allarbestu rennilíkindir tá Bragdið skipaði fyri FM í marathon í Havn sunnudagin kl. 13.00, samstundis sum Fólkaheilsurenningin bleiv skotin í gongd.

Marathon teinurin er 42 km og 195 metrar. Rutan gekk frá SMS, oman gjøgnum miðbýin, framvið Strond og niðan til Áargeil, og síðani oman aftur gjøgnum býin eftir Jónas Broncksgøtu, framvið Strond og so út eftir Hvítanesvegnum og heilt til Kaldbaks at venda. Á heimvegnum bleiv sneitt frá Hvítanesvegnum og niðan eftir ringvegnum til rundkoyringina og oman til SMS har málið var. 

Úr Treysti luttóku Borgar Biskopstø, Jóhan Havn, Tummas Joensen, John V. Petersen, Fríðunn Steinberg og Karin K. Petersen.

Lagt var upp til eina spennandi kapping millum Andrias Hansen úr Bragdinum og so teir báðar Borgar Biskopstø og Jóhan Havn úr Treysti. Sam Vang úr Bragdið rann sítt fyrsta marathon og var ein outsidari, sum kundi gera seg galdandi. Eisini luttóku Cecil Weihe og Sigurð B. Justinussen úr Bragdið, sum báðir hava staðið seg væl í marathon áður.

Á byrja við var tað Borgar sum lá á odda við Jóhan í hølunum og nakað aftari lógu Andrias og Sam. Tá teir snaraðu út eftir Hvítanesvegnum eftir 9 km, lógu Sam, Borgar og Jóhan næstan saman á odda meðan Andrias framvegis lá nakrar metrar aftanfyri. Tá teir komu til 15 km var sama støða.

Á veg heimaftur úr Kaldbak fingu Sam og Andrias slitið seg leysar frá Jóhan og Borgari. Á veg niðan gjøgnum brekkuna á Hjalla mátti Sam sleppa Andriasi tí hann fekk krampa. Og harfrá kundi Andrias so renna á mál, sum vinnari av FM í marathon 2008 við tíðini 2.49,54 tímar, sum bert er 48 sekund frá rutumetinum hjá Cecil Weihe. 

Sam bleiv nummar tvey við 2.53,07 tímar, meðan Jóhan bleiv nummar trý við tíðini 2.54,51 tímar í harðari kapping við Cecil, sum bleiv nummar fýra við tíðini 2.55,11 tímar. Borgar kom á mál á fimta plássið í opnu kappingini við tíðini 2.57,56 tímar. Men tað var samstundis nokk til at blíva føroyameistari í bólkinum veteranar 45-54 ár. Tummas Joensen bleiv nummar trý í hesum bólkinum við tíðini 3.37,07 tímar. John V. Petersen, sum rann sítt fyrsta marathon, og sum stóran part av teininum úr Kaldbaksbotni stríddist við krampar og til tíðir mátti ganga, kom á mál við tíðini 4.59,06 tímar.

Hjá kvinnunum lá Fríðunn á odda allan vegin og kom hon á mál sum føroyameistari í opna bólkinum við tíðini 4.03,26 tímar. Á øðrum og triðja plássi komu Ingrid B. Patursson og Lydia Gardar úr Bragdinum.

Karin K. Petersen kom á mál við tíðini 4.34,57 tímar. Eisini hon stríddist við krampar stóran part at seinasta partinum av teininum.

Tað bleiv eisini skipa fyri ½-marathon og her gjørdist Jonhard Larsen úr Treysti nummar trý í opna bólkinum og í sínum aldurbólki við tíðini 1.28,37 tímar. Guttorm Sørensen luttók eisini og lá hann á einum tryggum øðrum plássi, tá hann byrjaði at fáa trupulleikar eftir 16 km. Hann gjøgnumførdi allíkavæl og kom um málstrikuna sum nummar níggju eftir 1.39,43 tímar. 

 

Harleywoodpaint