Yvir 60 luttakarar vóru við í EIK Renningini, sum Treysti skipaði fyri páskaaftan
Tað vóru møttir nógvir væl upplagdir rennarar til EIK Renning páskaaftansmorgun kl. 10.30. Tilmeldingin fór fram í sera snotuligu hølunum hjá EIK, har leiðarin Hilmar Sam Lamhauge tók væl ímóti. Tá liðugt var at melda til, vóru yvir 60 luttakarar tilmeldaðir, og tað vóru fyrireikararnir úr Treysti sera væl nøgdir við. Eitt sum ein legði til merkis í samband við tilmeldingina hesaferð, var at tað vóru fleiri vaksin enn børn tilmeldaði.
Runnið bleiv í fleiri ymiskum bólkum. Tveir teir yngstu bólkarnir, sum runnu umleið 900m, byrjaðu samstundis kl. 10.40, meðan tríggir teir eldru bólkarnir, sum runnu umleið 1.100m byrjaðu samstundis kl. 11.00. Tey vaksnu, sum runnu umleið 3 km byrjaðu øll samstundis kl. 11.20. Startur og mál hjá øllum bólkum vóru uttanfyri EIK.
Rutan hjá teimum yngstu gekk frá EIK, til høgru við vøllin, framvið Svimjihøllini og so gjøgnum garðin hjá Dáanum og út og oman eftir Bøgøtu á mál niðri við EIK. Tey størru børnini runnu somu rutu, men út til Nýggjaveg og so oman eftir Bøgøtu á mál. Tey vaksnu runnu tvey umfør frá EIK og niðan til Oyravegin, oman til rundkoyringina, niðan til Bøgøtu og so oman til EIK.
Líkindini at renna vóru góð, hóast tað var eitt sindur kalt og nokkso fitt av vindi sunnaneftir, tí tað var turt meðan runnið bleiv.
So hvørt sum tey komu á mál, so bjóðaði EIK okkurt leskiligt til rennararnar. Eisini var kaffi at fáa hjá øllum fjepparunum, sum vóru komnir fyri at stuðla.
Eftir at tey seinastu vaksnu vóru komin á mál, so bleiv farið innaftur í EIK, har Hilmar Sam Lamhauge handaði heiðursmerkir, sum EIK lat, til nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki. Eisini handaði hann hvørjum einstøkum vinnara í hvørjum einstøkum bólki eina gávu frá EIK.
Øll úrslitini eru her niðanfyri.
Gentur f. 2003 ella seinni ca. 900m
1. 6,14 min. Maria Josephsen, Klaksvík, 2003
2. 7,42 min. Vár Johannesen, klaksvík, 2006
Dreingir f. 2003 ella seinni ca. 900m
1. 5,24 min. Ólavur Johannessen, Klaksvík, 2003
2. 6,04 min. Rókur Dragaberg, Klaksvík, 2004
3. 6.37 min. Oskar Jespersen, Norðdepli, 2004
4. 7,19 min. Venzel Kallsberg, Viðareiði, 2005
Gentur f. 2001-2002 ca. 900m
1. 4,13 min. Oddvør Josephsen, Treysti, 2001
2. 4,43 min. Rutt Gregersen, Treysti, 2001
3. 5,08 min. Lillian Jespersen, Norðdepli, 2001
Dreingir f. 2001-2002 ca. 900m
1. 4,26 min. Heðin Hávarsá, Norðoyri, 2001
Gentur f. 1999-2000 ca. 1.100m
1. 5,01 min. Paulina Fuglø, Treysti, 1999
2. 5,23 min. Randi á Berg, Klaksvík, 2000
3. 5,54 min. Emma Jespersen, Norðdepli, 1999
4. 7,18 min. Tóra Brestirsson, Klaksvík, 1999
5. 9,05 min. Sólva Brestirsson, Klaksvík, 2000
Dreingir f. 1999-2000 ca. 1.100m
1. 4,52 min. Andrias á Marknagili, Treysti, 1999
2. 4,56 min. Tóri Ziska Dahl, Treysti, 2000
3. 5,30 min. John Herman Fuglø, Treysti, 2000
Gentur f. 1997-1998 ca. 1.100m
1. 5,19 min. Lisa Joensen, Klaksvík, 1997
2. 6,33 min. Ninni Hávarsá, Norðoyri, 1997
3. 6,34 min. Mikala Mørkøre, Treysti, 1997
Dreingir f. 1997-1998 ca. 1.100m
1. 4,04 min. Steingrímur Hallsson, Bragdið, 1997
2. 4,37 min. Beinir Johannesen, Treysti, 1997
3. 4,45 min. Uni Gregersen, Treysti, 1998
4. 5,00 min. Jákup Eysturdal, Treysti, 1997
5. 5,51 min. Rógvi Ziskason, Tórshavn, 1998
Gentur f. 1993-1996 ca. 1.100m
1. 6,07 min. Bergfríð Joensen, Klaksvík, 1994
Kvinnur f. 1964-1992 ca. 3 km
1. 14,00 min. Susan Jacobsen, Treysti, 1964
2. 16,09 min. Vera Larsen, Treysti, 1966
3. 16,17 min. Hjørdis Hávarsá, Treysti, 1978
4. 16,22 min. Jórun Mørkøre, Treysti, 1970
5. 16,32 min. Lena Ziskason, Tórshavn, 1968
6. 16,38 min. Karla Isaksen, Treysti, 1991
7. 16,40 min. Ingun G. Sørensen, Treysti, 1971
8. 16,50 min. Jenny Lydersen, Klaksvík, 1991
9. 17,30 min. Heidi Gregersen, Treysti, 1965
10. 18,02 min. Miriam A. Olsen, Treysti, 1987
11. 18,33 min. Eileen Matras, Treysti, 1971
12. 18,34 min. Hanna Ziskason, Treysti, 1967
13. 19,02 min. Sigrun Joensen, Klaksvík, 1970
14. 20,20 min. Randi Jespersen, Norðdepli, 1974
Menn f. 1964-1992 ca. 3 km
1. 11,20 min. Símun Akursmørk, Treysti, 1967
2. 11,40 min. Heini Gregersen, Treysti, 1964
3. 12,47 min. Ólavur Hansen, Klaksvík, 1975
4. 12,57 min. Richard Hansen, Treysti, 1972
5. 13,10 min. Jógvan Hansen, Klaksvík, 1985
6. 13,50 min. Jan Matras, Treysti, 1966
7. 14,30 min. Erland Jensen, Tórshavn, 1967
8. 14,51 min. Karl Birgir Isaksen, Treysti, 1964
9. 16,24 min. Albin Johannesen, Treysti, 1973
Kvinnur veteranar f. 1954-1963 ca. 3 km
1. 15,03 min. Rósa Hammer, Klaksvík, 1960
2. 17,07 min. Sigrid Nysted, Treysti, 1962
3. 20,58 min. Ebba Jacobsen, Treysti, 1961
Menn veteranar f. 1954-1963 ca. 3 km
1. 13,16 min. Theodor Askham Olsen, Treysti, 1958
2. 13,37 min. Jonni Isaksen, Treysti, 1963
3. 14,20 min. Hallur Biskopstø, Treysti, 1960
4. 21,02 min. Magnus Henriksen, Treysti, 1954
Kvinnur superveteranar f. 1953 ella fyrr ca. 3 km
1. 18,17 min. Henny Gerðalíð, Treysti, 1952
2. 25,34 min. Martha Poulsen, Treysti, 1949
3. 25,34 min. Sonja Eysturdal, Treysti, 1940
Menn superveteranar f. 1953 ella fyrr ca. 3 km
1. 20,00 min. Sámal Júst Ziska Dahl, Treysti, 1934




