Í samband við summartiltakið, sum Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag hevði fyri sunnudagin 4. juli, skipaði Treysti fyri rennikapping fyri børn úr 10. flokki og niðureftir.
Startur og mál vóru sunnanfyri flakavirkið hjá Norðfra. Runnið bleiv so norður eftir keiini og niðan við hølunum hjá Arbeiðsmannafelagnum, so suður til brekkuna oman á flakavirkið, og har í frá oman á mál. Veðrið var gott og vóru tað ikki færri enn 65 børn í høvdu melda seg til. Eisini vóru hópin av áskoðarum, sum vóru viðvirkandi til at kappingin eydnaðist væl. Kappingin var býtt upp í børn undir skúlaaldur, 1. og 2. flokkur, 3. og 4. flokkur, sum øll runnu eitt umfar á 350 m, meðan 5. og 6. flokkur og 7. til 10. flokk runnu tvey umfør, tvs. 700m. Kappingin var skipa fyri bæði gentur og dreingir.
Hjá gentum undir skúlaaldur gjørdist Gudny Johannesen úr Klaksvík vinnari, frammanfyri Mikalu Mørkøre úr Treystinum og Paulinu Fuglø úr Norðdepli. Tað vóru ikki færri enn 20 gentur í hesum bólkinum. Hjá dreingjum undir skúlaaldur gjørdist Leivur í Buð Justinusen úr Árnafirði vinnari, frammanfyri teir báðar Kára Sólheygg og Álvur Zachariassen úr Klaksvík. Í hesum bólkinum runnu 11 dreingir. Síðani runnu gentur og dreingir í 1. og 2. flokki. Hjá gentunum gjørdist Maria F. Christiansen úr Hvannasundi vinnari, meðan Ninna Christiansen og Sigrun Sirdal, eisini báðar úr Hvannasundi, gjørdust nummar tvey og trý. Hjá dreingjunum gjørdist Osvald á Marknagili úr Treystinum fremstur, meðan Jógvan Gardar úr Hvannasundi gjørdist nummar tvey og Jákup Petersen av Viðareiði gjørdist nummar trý.
So runnu børnini úr 3. og 4. flokki, og hjá gentunum gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum vinnari, meðan Sanna Zachariasen og Jakubina Poulsen, báðar úr Hvannasundi, gjørdust nummar tvey og trý. Hjá dreingjunum gjørdist Filip Sivertsen úr Norðdepli nummar eitt, meðan Kristin Sivertsen og Pól í Frammistovu, báðir úr Hvannasundi, gjørdust nummar tvey og trý. Næsti startur var fyri børnini úr 5. til 10. flokk. Hjá gentunum úr 5. og 6. flokki gjørdist Maj Poulsen úr Hvannasundi vinnari, frammanfyri Elsebet Poulsen eisini úr Hvannasundi. Hjá dreingjunum úr 5. og 6. flokki gjørdist Jan Elmar Sørensen úr Treystinum vinnari, frammanfyri Dánjal Simonsen av Viðareiði, sum gjørdist nummar tvey og Sigmund Olsen úr Hvannasundi íð gjørdist nummar trý. Hjá gentunum 7. til 10. flokk gjørdist Durita Poulsen úr Hvannasundi vinnari og hjá dreingjunum úr somu flokkum gjørdist Álvur F. Christiansen úr Treystinum vinnari, meðan Tummas Kjærbo og Olvheðin Jacobsen, báðir úr Hvannasundi, gjørdust ávikavist nummar tvey og trý. Eftir renningina fingu nummar eitt, tvey og trý handaði heiðursmerkir á pallinum har í Silvi tók í hondina á teimum og ynskti tillukku. Fyriskiparnir úr Treystinum vóru sera væl nøgdir við rennikappingina og vónaðu at kunna skipa fyri rennikapping aftur norðanfyri eina aðru ferð.




