Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rentubroyting

Tíðindaskriv

Eftir at Tjóðbankin hevur hækkað rentuna, hevur sparikassin avgjørt at tillaga rentuna við gildi frá 11. august 2008.

Innlánsrentan
Innlánsrentan hækkar við 0,35 til 0,50 % fyri flest allar innlánskontur. Tó hækkar rentan á vanligari bók og fíggjarkontu ikki, meðan rentan á kapitalpensjónskonti hækkar við 0,60 %.

Útlánsrentan
Útlánsrentan bæði lán og kredittir hækkar við 0,50 %. Rentuhækkingin umfatar ikki útlán og innlán, ið verða rentað í mun til Cibor rentuna.

Høvuðsrentustig
Vísandi til hjálagda yvirlit yvir rentustig sparikassans kunnu hesi høvuðsrentustig nú nevnast: Heimlán frá 6,75 % Billán 40 % útgjald 7,75 % 3 mðr. uppsøgn 4,10 % 3 mðr. Uppsøgn yvir 1 mió. 5,10 % 12 mðr. uppsøgn 4,35 % 12 mðr. uppsøgn yvir 1 mió. 5,35 % Eftirlønarkonti 5,35 %

Tænastugjøld
Sparikassin broytir somuleiðis nøkur tænastugjøld. Konstnaðurin fyri manuellar flytingar hækkar við kr. 10,00 upp í kr. 20,00. Samstundis lækkar kostnaðurin fyri brævaflytingar úr kr. 10,00 niður í kr. 5,00. Somuleiðis verður gjald nú sett á kontoavrit send við posti og umsiting av fíggjarkonti.

Gildi
Rentuhækkingin verður gjørd við gildi frá mánadegnum 11. august 2008 og er hon lýst í Sosialinum og Dimmalætting fríggjadagin 8.august 2008.

Norðoya Sparikassi