Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Restaurant Hereford nýggjar kokkar

John William Joensen

Kokkurin og bakarin, Andras Jacobsen og Símun E. Vágsá hava gjørt avtalu við Jóhannes Brandal um leigu av matstovuni, sum letur upp 1. mai.

Andras og Símin stóðu báðir í læru á bakarrínum hjá Kurt Mørkøre. Síðani hildu teir fram á bakarrínum hjá Jórun.

Eitt tíðarskeið mynstraðu teir sum kokkar við Skálabergi har Heini Ósá stjørnaði grýtunum.

Fyri tveimum árum síðan fór Andras í læru sum kokkur á vælutóktari matstovu í høvuðsstaðnum og í vetur fór Símun Esmar Vágsá á skeið á Íverksetarahúsinum í Klaksvík og var hetta ein sera góður íblástur.

– Tað hevur verið stórur saknur í Hereford síðan hon stongdi undan jólum.

– Vit tosðau um hetta og avgjørdu at ringja til Brandal og samdust um at gera eina leiguavtalu.

Letur upp 1. mai
Teirbáðir Andras og Símin siga at í fyrstu atløgu verða ikki tær stóru broytingarnar, men at ætlanin er at menna matstovuna.
– Vit lata upp hósdagin 1. mai kl. 18 og sjálvsagt verða nýggir rættir á matarskránni sum allatíðina skal mennast.
– Navnið verður framhaldandi Hereford, men vit fara sjálvandi at seta okkara egna dám á.
– Umframt vanligu upplatingartíðirnar fara vit eisini at hava opið tá okkurt serligt er á skránni og eisini fara vit at hava fiskrætt, sum ferðafólk spyrja nógv eftir um summarið.

Restaurat Hereford hevur opið hvønn dag í vikuni frá kl. 18 til 24 (køkurin steingir kl. 22) – tó er stongt mánadag.

Í samband við at latið verður upp mánadagin 1. mai er ætlanin at hava okkurt serligt upplatingartilboð, siga teir báðir Andras og Símin.

Harleyfacadeacryl