Fyri stuttum vitjaði Norðlýsið í Fuglafirði og millum annað vitjaðu vit eisini inn til Poul Rustin á Muntra
Poul er altíð blíður og tíðindafróður og tað var skjótt at vit fingu eitt gott prát um ymiskt. Hann segði okkum millum annað, at so vítt hann visti, so er Muntra eitt av teim eldru matstøðunum í Føroyum, tí 6. mai í komandi ári eru 35 ár liðin síðani restaurant Muntra lat upp á fyrsta sinni.
Eg má siga, at Muntra hevur verið væl vitjað, segði Poul, her koma nógv fólk til døguðra og annað hvønn dag og harafturat leggja fleiri virkir fundir sínar á Muntra og til tað eru vit væl útgjørd við uppvarpi, sjónvarpi og tí sum til fundarvirksemi hoyrir.
Nú í seinastuni hevur tað fyri tað mesta verið jólafrokostarnir, sum vit hava stákast við og teir hava verið nógvir.
Kenda høvdasúpanin hjá Muntra hevur eisini verið sera væl umtókt, og tað er meira enn so komið fyri, at skipað hevur verið fyri útferðum úr Havnini til Muntra fyri at smakka høvdasúpanina. Eisini Ferðaráðið og almennir stovnar hava gjørt brúk av hesum møguleika, og tá hesir hava verið á vitjan og roynt súpanina, plagi eg við hvørt at vísa teimum eitt stórt høvd, sum eg goymið her, og tað ger tey ofta ovfarin og forvitin, men sjálvandi, onkur hevur sagt, at hevði eg vita at súpanin var gjørd úr hasum, so hevði eg ikki etið, men lat tað fara.
Muntra hevur eisini havt fína vitjan, drottningin hevur verið her einar tvær ferðir, og fleiri danskir polittikarar eitt nú Ritt Bjerregaard og marianne Hjelved, fyri ikki at tala um føroyskar politikarar og løgmenn.
Jú, vit kunnu ikki klaga, sigur Poul Rustin, so kanska vit halda á tey næstu 35 árini um lív og heilsa verður.
Muntra hevur vanliga opið ímillum kl. 12.00 og 22.00, tó hava vit ikki havt opið sunnudagar um veturin uttan við eitthvørt serstakt høvi.




