Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Return to Paradise

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Kápumyndin á kunningarblaðnum, Blue Wings, sum liggur í øllum flúgvarunum hjá flogfelagnum Finnair í hesum døgum, er av kenda kokkinum, Gutta Winther á sandinum í Saksum. Inni í blaðnum er stór grein um Føroyar við yvirskriftini, “Return to Paradise”.
Øll viðskiftafólk teirra eru vælkomin at taka blaðið við heim at kunna seg nærri um, áhugaverdu greinarnar.
Tað er svenski blaðmaðurin Johan Augustin, sum skrivar sínar hugvekjaldi eygleiðingar á ferð í Føroyum. Hann er her saman við heimskendu myndakvinnuni Karine Aigner, ið er fødd i New York og hevur m.a. arbeitt fyri National Geographic, og er kend fyri sínar mongu frálíku náttúrulýsingar.
Hesir báðir heimsbúgvarnir vóru hugtiknir av vakurleiknaum í Føroyum og ikki um at tala góða matinum frá kenda kokkinum og fyrikomandi gestablíðnum, tey upplivdu í Føroyum.
Greinin kann síggjast á:
http://johanaugustin.com/wp-content/uploads/2014/12/faroarna.pdf
Greitt verður frá hóttandi fráflytingini, hesar fjarskotnu oyggjar stríðast við. Men tó er vend við at koma í, tí at fleiri skapandi íverksetarar flyta aftur til oyggjarnar. Johan nevnir, Gutta Winther, Guðrun Ludvig, frá Guðrun & Guðrun og virkna tónleikaumhvørvið, sum Jónas Block Danielsen er partur av.
Johan er hugtikin av, at ein lítil fyritøka í Føroyum, Guðrun & Guðrun, hevur lagt partar av heiminum fyri sínar føtur við vøkru klædnabúnum, at hon framhaldandi er so gróðursett í Føroyum – eisini við einum vaksandi umsetningi, sum íløtuni liggur á 1,5 mill ବ.
Gutti og Guðrun greiða frá, at nógv lesandi uttanlands og summi teirra, sum hava virki har, eisini hava ynski um at koma heim aftur á klettarnar. Tí, sum Gutti tekur til, “Eg eri errin av oyggjunum. Eg haldi at okkara sterka mentan yvirlivir her”…
Gutti vísur á, at oyggjarnar eru ein stórur og serstakur matkovi alt eftir hvat árstíð, talan er um – við ferskum, røstum ella turrum fiski, kjøti ella grind. Og ikki at forgloyma fuglin av so mongum slag.
Við vøkrum myndum og einum gløggum fremmandum eyga, verða Føroyar lýstar sum eitt stað, ið er vert eina vitjan – har bjartskygni og skapanargleðin valdar. Ella sagt á ein annan hátt, um yvirskriftin er eftirfarandi, Himmiríki á jørð. Ein náttúruvakur oyggjabólkur við 70.000 seyðum, hvørs ull einaferð hevði nógv virði.
Eggjandi brellbiti
Á ferð í Finnlandi herfyri vóru tað fleiri ferðandi, sum tóku til henda eggjandi brellbitan um Føroyar í teksti og myndum, sum lá í kunningarblaðnum hjá Finnair við hvønn stól hjá teimum ferðandi. Og nógv teirra høvdu sett sær fyri, at næsta ferðamál teirra skuldi verða Føroyar! Hetta snotiliga blaðið verður prentað í ikki so fáum eintøkum, so um bert ein brotpartur av teimum koma, er talan um ein heilan hóp.
Finnair hevur fleiri enn 60 størri og minni flogfør í flotanum og flýgur nógv í norðurlondum og Europa og annars um stóran partin av heiminum – nógv eysturyvir, men eisini vestur um hav.
Harleyfacadeacryl