Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

REVIT grundskeið | 23.-25. september | Bert 5 pláss!

Hans Jacob á Líknargøtu

Bert 5 pláss eru eftir til Revit grundskeið. Fyri arkitektar, verkfrøðingar, byggifrøðingar, tekn. assistentar og onnur í byggivinnuni. Freist 9. september!

Kom og lær teg Revit frá grundini.
Eftirsum hetta er eitt grundskeið, er ikki neyðugt at kenna forritið áðrenn. Tó er neyðugt at duga at nýta teldu á brúkarastøði.
“Sera gott at skeiðið tók tingini frá grundini av”.
Hákun Hansen, Demich
Á skeiðinum verður tú latin í til at arbeiða við Revit Architecture
Øll (ella nógv) bygging verður í dag planløgd út frá BIM-modellum, har tey flestu modellerast í Revit. Tí er Revit týdningarmikið fyri øll, sum arbeiða við – ella fegin vilja arbeiða við – byggjarí og design innan øki. Perspektivini í BIM-modellunum eru víð og hava potentiale til at kunna nýtast langt inni í rakstrinum og viðlíkahaldinum. (BIM: Bygnings Informatións Modellering).
“Skeiðsleiðarin var rættiliga greiður og tók tað stig fyri stig. Tað gjørdi, at tað var lætt at fylgja við.”
Ingunn Danielsen, LBF
Skeiðið er í 3 dagar, frá 23. – 25. september. Undirvísingarformurin er ein blandingur av uppleggum frá undirvísara og venjingum í mun til skeiðstilfarið.

Bert 5 pláss eru eftir. Tilmelding HER! ella á www.synergi.fo