Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reyni Service fingið umhvørvisgóðkenning

Tíðindaskriv

Tann 3. oktober 2014 hevur bilverkstaðurin hjá P/F Reyni Service fingið umhvørvisgóðkenning.

Virksemið á bilverkstaðnum er millum annað plátuverkstaður og tvær sproytukabinur. Virksemið umfatar umvælingar og lakkering av bilum o.a.

Umhvørvisgóðkenningin umfatar alt virksemið á bilverkstaðnum.

Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á at fyribyrgja og avmarka luftdálking, soleiðis, at virkið ikki elvir til heilsuskaðar ella ampar í nærumhvørvinum. Tí eru treytir settar m.a. til reinsing av luftútlátinum frá sproytukabinunum.

LES MEIRA TRÝST HER >>