Í morgin leygardagin er ætlanin at sleipa Reynsmúla, ella tað, ið er eftir av honum, á Borðoyarvík og so at søkkja hann út fyri bygdini á Oyri á umleið 20 metrar dýpi.
Hetta hevur verið ein ætlan, ið hevur verið í gongd í fleiri ár við umsókn til Umhvørvisstovuna, loyvum ymsastaðni frá, og hoyringum, ið til tíðir hava tikið langa tíð.
Neistin bleiv kveiktur fyri fleiri árum síðani, tá fleir skip blivu sleiðaði av Klaksvík til upphøggingar og nógv kjak stóðst av tí á nordlysid.fo, har fólk ymsastaðni úr landinum bóðu um at fáa skipini til kavingarendamál og til ferðavinnuendamál.
Vit tóku okkum tá saman Norðlýsið og Mekanor, um at fara í gongd við at søkja um loyvir at søkkja ein skrokk til ferðavinnuendamál. Seinni komu JT-Kaving og Faroe Dive upp í ætlanina, og hesar fýra fyritøkurnar hava staði saman um ætlanina.
Nú er komið so mikið langt ávegis, at ein staðboya er sett niður út fyri Oyrabygd, har Reynsmúli skal søkkjast. JT- kaving hevur staði fyri staðsetingini. Arbeiðið er gjørt umborð á einum alibáti hjá Bakkafrost.
Í morgin leygardagin er so ætlanin at byrja at sleipa av Vágni og á Borðoyarvík. Tað er Sigurðfari, ið skal sleipa, síðani verður Reynsmúli søktur á umleið 20 metra dýpi, har økið er valt, er sandbotnum.
Víðari er so ætlanin at tey, ið skipa fyri frítíðarkaving, skulu hava atgongd at hyggja at hvussu leikur fer nú Reynsmúli sum fyrsta skip í Føroyum fer at liggja á havsins botni til kavingarendamál. Áhugavert verður at fylgja hvussu fiskur og skeljadjór fara at taka ímóti hesum og ikki minst hvønn vøkstur vit framyvir fara at síggja á skrokkinum. Ætlanir eru eisini um at seta webmyndatól við Reynsmúla.
Umhvørvisstovan hevur treytað sær at fylgt verður við hvat hendir vrakinum og at tey fáa kunning eina ferð um árið.
Við hesum er eitt nýtt frítríðarítriv og ein ferðavinnumøguleiki afturat til staðar.




