Leingið hevur verið saknur í einum plássi, har frítíðarkavarar kunnu kava til restirnar av einum skipi. Tað er so, at flestu skip, sum eru sokkin við Føroyar, liggja á einum slíkum dýpi, at frítíðarkavarar, ið vanliga bert hava prógv at kava niður á 20 metrar, ikki røkka slíkum skipum.
Tað er so, at flestu aðra staðni har tað hevur verið roynt at leggja slík skip á botnin, har amast fiskur og skeljadjór upp á slík vrak, tí gerast tey ofta sannir dýrgripir hjá frítíðarfiskarum at kava niður á.
Fyri at ferðavinnan í Norðuroyggjum skal hava enn eitt unikt øki at bjóða fram, so er hugsanin við at søkkja Reynsmúla á umleið 20 metrum, júst ein roynd at byggja út eitt frítíðarítriv afturat.
Í eini tvey ár, hava Norðlýsið, Faroe Dive, JT-Kaving og Mekanor arbeitt saman við Umhvørvisstovuni um eitt slíkt loyvi. Hetta hevur ikki verið roynt í Føroyum áður, tí hevur tað tikið tað tíð, ið skuldi til, við umsókn, kanningum fyrispurningum, lýsing og hoyringum. Endaligu loyvini komu upp á pláss og tí hevur hetta nú verið møguligt undir eygleiðing frá Umhvørvisstovuni.
Vit søktu upprunaliga um loyvi at sleppa at søkkja fýra skip, men orsakað av at hetta ikki er roynt í Føroyum áður, so fingu vit bert loyvi til tað eina skipið.
Men ætlanin um at søkkja fleiri er ikki slept. Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer.
Reynsmúli bleiv søktur leygardagin. Her nakrar myndir frá túrinum av Klaksvík á Borðoyarvík og av arbeiðinum tá skipið bleiv søkt.




