Í dag høvdu vit báðir Ingi Sørensen, sett okkum stevnu við atløgubryggjuna á Oyri. Eg skuldi koma við fimm mannafarinum hjá okkum, Spógvanum og Ingi Sørensen skuldi koma við síni kavaraútgerð og fram um alt við vatntætta myndatólinum.
Endamálið var at hyggja eftir hvussu Reynsmúli hevur tað nú, eftir veðrið sum verið hevur í heyst. Men tá Ingi er komin upp í bátin hjá mær. Ber hann upp á mál søguna um Brittons Pride, ið sakk undir Klakkinum.
Eg so at ringja eftir Høgna Høgnesen, ið saman við Jógvan Kjølbro, (Jógvan hjá Ewaldi) mundi forgjørt sær í eini dykking niður á Brittons Pride har hann lá, tá á umleið 12 metra dýpi. Tað var ikki at siga, Høgni kom beinan vegin, so teir báðir fingu eitt gott prát. Samtalan gjørdi, at Ingi hevur hug at fara at leita eftir Pride einaferð, so er onkur, sum veit nakað frá Brittons Pride síðani hann fór longur niður í dýpið, so hevði komi væl við, um sagt var frá. Høgni Høgnesen hevur áður roynt at leita eftir skipinum, tó uttan úrslit.
Eg var spentur at frætta nýtt frá Reynsmúla, kanska serliga at vita um hann hevði flutt seg ella tílikt.
Komnir út ímóti boyuni, sum er fest í Reynsmúla, sást ein kópur tætt hjá boyðuni, hetta hildu vit fór at boða frá, at fiskur var kring skrokkin.
Ná, fyri at gera eina langa søgu stutta, so lata vit myndirnar tala. Fyrst myndirnar tá Ingi fór undir og síðani tær, sum Ingi fekk burturúr túrinum.
Gerið so væl:




