Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Richard Jacobsen greiðir frá lívssøgu síni

Óli Olsen

Fyri nøkrum árum síðani tók eg upp á band eina røð av samrøðum undir heitinum: ” Navigatørar. Lív og útbúgving, í skúla og í verki.” Ein teirra, sum greiddi frá, var Richard Jacobsen, føddur 13. november 1940 í Klaksvík, skrivar Rithøvundurin, Óli Olsen í Norðlýsinum 12. september 2003

Fyri nøkrum árum síðani tók eg upp á band eina røð av samrøðum undir heitinum: ” Navigatørar. Lív og útbúgving, í skúla og í verki.” Ein teirra, sum greiddi frá, var Richard Jacobsen, føddur 13. november 1940 í Klaksvík, skrivar Rithøvundurin, Óli Olsen í Norðlýsinum 12. september 2003

Abbi mín var Jóan Jákup Jacobsen ættaður av Viðareiði, men búsitandi í Klaksvík. Hann var sjómaður, skipari og reiðari, og omma mín æt Elsebeth Louisa, fødd Fuglø. Pápi mín var Sofus Richard Jacobsen, og honum eiti eg eftir, kortini bara Richard Jacobsen. Mamma mín æt Petrina og var ættað úr Kollafirði.

Pápi fór sum ungur at sigla við skipum hjá abba, og Carlton var tað fyrsta, sum hann førdi. Hann var meginpartin av lívinum á sjónum, og tað hevur hann skrivað um í bókini: ”Mín lívssøga til sjós.” Annars vóru teir fýra brøður: Michael var elstur, hann varð ikki sjómaður, men hevði við reiðaraskapin at gera. Esmar var næstelstur, síðani kom pápi, føddur tann 08.08. 1908, og Jógvan Jacobsen var yngstur. Hesir tríggir førdu allir skip.

Barnadagar

Uppi á Gørðum í Klaksvík bygdi pápi sær hús í 1935. Hann er farin, men húsini eru har framvegis, og í teimum búgva eg og konan. Umhvørvið var gott vaksa upp í, nógv børn, og eg plagdi at spæla við eldru dreingirnar hjá, Jóan David Norðoy, sum búði við síðuna av. Serliga minnist eg eitt sokallað bakkaskip, sum vit høvdu uppi í bønum. Tað var lagað upp av gróti og bøkkum, og vit spældu ofta umborð aftan á skúlatíð. Vit vóru serliga tríggir: Jóannes Norðoy, Magnus Lydersen og eg, sum plagdu at spæla saman. Vit høvdu góðar barna- og ungdómsdagar, og vit plagdu at spæla at fara til skips, soleiðis sum vit hoyrdu eldri skipsmenninar siga frá.

Annars hildu vit mest til her uppi á Gørðum, men fóru onkuntíð oman á Stengurnar at taka ímóti útróðrarbátum. Kjølbro hevði nógvar útróðrarbátar, og okkum dámdu væl at fara á støð. Bátarnir avreiddu á Stongum, og tá var nógv lív harniðri. Menninir, sum tá vóru, munnu vera farnir.

Á sild í summarfrítíðini

Hjá mær var ongantíð nakar ivi, at eg skuldi fara til skips 14 ára gamal. Pápi førdi Fugloynna á sild í 1954, og eg hevði akkurát fingið summarfrí, tá ið teir komu inn at landa. Eg var 13, og tá ið skipið fór avstað aftur, var eg við. Komnir norður um Nakkin fór at rulla, og eg mátti í koyggjuna. Tá minnist eg, at pápi sigur við meg: ”Nú stendur einki til hjá tær, skulu vit ikki bara fara inn aftur?” Nei, eg var treiskur, tað skuldi ikki vendast aftur við mær.

Sjóverkurin var nakað ringur í fyrstuni, lá í koyggjuni, meðan vit sigldu út, men kom síðani skjótt fyri meg. Vit vóru tríggjar vikur burtur, og satt at siga dámdi mær stak væl á sjónum longu fyrsta túrin. Hetta var sum nevnt í 1954, læknastríð var í Klaksvík, og har gekk bæði eitt og annað fyri seg. Pápi var bæði borgmeistari og tingmaður og mundi hava nóg mikið at hugsa um.

Í Hvítahavinum við trolara

Nú hevði eg ordiliga fingið smakkin at gerast sjómaður, og tá ið síðsta skúlaárið var liðugt, fór eg burtur aftur. Pápi var í tinginum og førdi ikki skip tá, men Esmar, pápabeiggi, førdi Viðoynna, sum pápi læt byggja í Svendborg í 1936. Hon var útgjørd at trola, og um tað mundið var mest roynt í Barentshavinum ella Hvítahavinum, sum sagt varð. Summarið 1955 vóru vit tveir proysar við Viðoynni, eg og Magnus Fugloy Jacobsen, sonur Emmu Fugloy. Vit gjørdu ein góðan túr, fingu upp í skipið, og vit proysar fingu hálvan part.

Eg var við Esmari komandi tíðina, royndu í Hvítahavinum, uppi við Bjarnoynna, og onkuntíð uppi við Svalbard eisini. Vit trolaðu, og túrarnir eydnaðust sum heild væl. Polarfarið hjá Kjølbro, sum Olivur Thomsen førdi, og Viðoyggin vóru nøkulunda av somu stødd, og vit royndu næstan altíð saman. Onnur skip, sum plagdu at royna um somu leiðir, vóru Royndin Fríða og Hjørdis.

Vit fingu ikki tað sama sum hinir trolararnir, tí maskinorkan var minni at toga, men tað eydnaðist so altíð at fáa túr. Vit plagdu at vera 20 mans við Viðoynni, onkuntíð 21, men tað var ikki altíð so lætt at fá hýru tá á døgum. Arbeiðið var ógviliga strævið, mangan buldrut og baldrut, og tá gingu vit ikki 6 og 6, sum vaktirnar nú eru umborð á trolara. Tá gingu vit 6 og 12. Vóru uppi í 12 tímar og svóvu 6, so tað kundi vera nokkso strævið, tá ið nógvur fiskur var. Tú arbeiddi 12 tímar út í eitt. Hálaði og koyrdi avstað aftur, ofta nógvur fiskur á dekkinum, og eingin hvíld. Men so vóru tað tær løturnar, at minni var at fáa, og tú fekst ein lúr, áðrenn hálað varð aftur. Men okkum dámdi sjálvandi betur, at nógvur fiskur var, tí skjótari og betri gjørdist túrurin.

Í Grønlandi við snellu

Í 1957 var minni at fáa eystanfyri, og pápi vildi hava skipið at fara til Grønlands við snøri ella snellu. Men Esmar vildi ikki fara. Eg haldi ikki, at hann trúði ordiliga upp tann túrin. Norðmenn høvdu góðar royndir norðuri í Dýpinum við snellu eftir flotfiski, men føroyingar vóru heldur trekir at fara, og eg haldi, at vit vóru eitt tað fyrsta føroyska skipið at royna við snellu. Pápi førdi hana tann túrin í Grønlandi, men vit vóru illa mannaðir, tí fleiri av royndu monnunum trúðu ikki upp á henda túrin.

Men túrurin varð so óalmindiliga skjótur og góður, og hann hevði helst verið uppaftur skjótari, um vit høvdu verið væl mannaðir. Vit vóru so ungir, flaktu ikki skjótt, og vit lógu javnan við nógvum fiski á dekkinum.

Teir elstu riggaðu sær vanlig lodd til, tá ið vit byrjaðu túr. Men tað var so skjótt, at teir løgdu um til snellu, tí vit aðrir komu at borði við fullari dorg, einum 7-8 toskum, hvørja ferð. Teir komu bara við tveimum, tí teir høvdu bara tveir húkar á loddinum. Og ikki um at tala, sjálvdráttur var, og úrtøkan var eftir, hvussu nógv tú fiskaði. Onkur helt, at sjálvdráttur og snella riggaðu ikki saman, men tað riggaði so óalmindiliga væl. Tann túrin í 1957 var eg 16 ára gamal og var 5. bestur at fiska, so tað var bara óført. Stýrimenn vóru Pætur Franklin Sørensen og Andreas Viðstein.

Fiskurin gekk uppi í sjónum norðuri í Dýpinum, og har vóru veldig fuglavað. Eitt øgiligt tal av skrápi, og tá ið vit løgdu í vaðini, var fast beinanvegin. Nógvur fiskur, og vanliga tók hann væl í gummibeitirnar. Vit fingu meir, enn vit kláraðu at flekja undan, og tað hendi seg fleiri ferðir, at vit løgdu stilt at reinsa. Ógvuliga strævið, men tað góða var, at vit royndu ikki sunnudag, so tá fingu vit hvílt okkum. Við troli royndu vit sunnudag, men ikki við snøri ella snellu, tá hvíldu vit. Viðhvørt var møti umborð, annars taldu vit lippur henda dagin. Vanliga taldi síðumaðurin lippurnar hjá tær og øvut, og lippukassarnir vóru sum í gomlum døgum, sum í slupptíðini.

Tá ið eini 20 tons vóru eftir í last, fóru vit suðureftir. Høvdu hoyrt, at norðmenn fingu fisk á Kappanum, og nú fóru vit at royna. Væl bar til. Tað var so skjótt, at saltið var uppi og lastin mest sum full.

Í Grønlandi við Tinganesi

Í 1959 fekk pápi skonnartina Tinganes at føra. Hon skuldi til Grønlands at royna við bátum, eins og Kongshavn og Mars gjørdu tað. Eg og Jógvan, farbróðir, fóru við pápa. Har var nógv gott fólk umborð, tá ið vit fóru avstað, fleiri høvdu verið skiparar. Vit høvdu 8 bátar við: 2 seksæringar og 6 smærri bátar, og vit byrjaðu at royna í Grátujørðinum. Eg var við seksæringinum Ravn I, sum Jógvan, farbróðir, førdi. Vit vóru fýra, sum hoyrdu til tann bátin, men tá ið nógvur fiskur var, høvdu vit stundum ein grønlendara við eisini, so tá vóru vit fimm.

Vit fóru fyrst inn í Føroyingahavnina at búgva okkum út til fiskiskap. Tóku alla útgerð umborð, bensin o. a., sum nýtast skuldi. Eftir einum 2-3 døgum hildu vit leiðina til Grátufjørðin, har vit ankraðu upp. Bátaskipið Mars plagdi at liggja har eisini. Hini skipini lógu aðrastaðni. Hvítabjørn plagdi at royna við Cookoyggjarnar. Minnist ikki um Kongshavn eisini royndi har, ella hon fór inn í Tovkussak longri norðuri.

Teir eldru menninir vóru eftir umborð at flekja og at arbeiða í lastini. Ofta var nógvur fiskur, og seint kundi verða, áðrenn hann var komin til høldar. Viðhvørt var arbeitt alla náttina og út á morgunin við. Seksæringarnir fingu mest, teir vóru størstir og fóru vanliga út á djúpari vatn at royna. Teir smærri, við tveimum ella trimum monnum, royndu vanliga innari. Stundum vóru bátarnir søkkladnir, fullir undir stokkarnar, tá ið teir komu aftur, men tað var ikki vandaleyst.

Tinganes hevði ikki stóran motor, 250 hestar, og í stilli gekk hon 7 míl, tað var alt. Men skonnartin var trímastrað, og um høv sigldu vit eisini við seglum. Vanliga høvdu vit eina breiðfokku har frammi, stórsegl á miðum skipi og mesan har afturi. Fyrrapartin av vetrinum sigldi Tinganes nakrar túrar við farmi, men síðani lá hon svínabundin inni á Kollafirði til móti vári ella sumri, tá ið farið varð at rigga til Grønlands aftur.

Í farmasigling við Tinganesi

Siglingartíðin hjá mær var mest við Tinganesi, og har fekk eg farmasiglingina at fara upp á stýrimanskúla eisini. Tá ið vit komu aftur úr Grønlandi, varð farið til Esbjerg at landa, og síðani skuldi skipið hava farm til Føroya. Vit kundu fara til Halmstad í Svøríki at lasta timbur, ella inn á Mariagerfjørðin í Jútlandi eftir sementi, ella vit fóru til Keypmannahavnar eftir stykkjagóðsi. Tá ið vit so høvdu skipað upp í Føroyum, fóru vit kanska til Eysturtýsklands við sildatunnum, og á heimferðini kundu vit leggja inn í Halmstad eftir timbri til Føroya. Vit gjørdu einar tríggjar slíkar túrar um veturin, onkuntíð meir.

Formaður á seksæringi í Grønlandi

Í 1960 fór Jógvan, farbróðir, at føra Viðoynna, og eg spurdi pápa, um eg kundi sleppa at føra seksæringin í Grønlandi. – Jú, tú kanst royna, segði hann. Eg var so formaður á Ravn 1 í 1960, og hinir umborð vóru Magnus Fuglø Jacobsen, Jóhan Sivertsen úr Norðdepli og Julius Absalonsen, granni hjá okkum á Gørðum. Vit fýra vóru fastir, men so var onkuntíð ein 5. við. Ikki fyri at rósa mær, men tað gekk bara væl, hóast eg ikki var meir enn 19 ára gamal. Eg haldi, at tú gerst skjótari búgvin at fáa slíka ábyrgd á ungum árum.

Vit høvdu ekkolodd umborð á seksæringinum, eina lítla telefon og ein ljóskastara uppi á húsinum. Hin seksæringin, Ravn 2, førdi Herman úr Svínoy. Vit kappaðust, men tað lá eisini væl fyri hjá honum at fáa fisk, og tað var so javnan, at vit fingu uppí bátarnar.

Vit plagdu at liggja í Grátufjørðinum fyrst, og út á summarið fóru vit norður í Føroyingahavnina at gera klárt at fara norður í Fiskemesterens Havn. Tað er norðuri við Dýpið, har sum flotfiskurin kemur um heystið. Vit plagdu so at royna á leiðunum har norðuri, og har var ofta ræðuligur fiskur at fáa, serliga flotfiskur. Har sóu vit hesi stóru fuglavaðini, skrápavaðini, og hóast vit høvdu ekkolodd, so hildu vit okkum mest til fuglavaðini, og væl royndist. Hetta komst tú skjótt eftir, men summar dagar, tá ið minni var av flotfiski, mátti tú ýta teg av á blinkum og kantum. Tá fekst tú stundum góðar dráttir av stórum toski, sum fyltu væl upp í bátin.

Hetta vóru trý áhugaverd og góð ár við Tinganesi. Vit fluttu vanliga tríggjar ferðir. Úr Grátufjørðinum fóru vit norður í Fiskemesterens Havn, og tá ið komið var nakað út á heystið, fóru vit suður á Kappan. Har vóru fleiri góðar havnir hjá skipum at liggja, og tað vísti seg soleiðis, at øll bátaskipini endaðu har suðuri, áðrenn tey fóru heim. Summi lógu eystanfyri, og summi vestanfyri. Skift varð ímillum, alt eftir hvussu ættin var, hvussu vindurin var. Tað kundi vera væl roynandi eystanfyri, um tað ikki var roynandi vestanfyri og øvut.

Upp á stýrimansskúla í Klaksvík

Eg teknaði meg at fara upp á skúla í Klaksvík á heysti 1961, altso í privatskúlan hjá Fischer Heinesen. Men tá ið skúlin skuldi byrja, høvdu vit ikki fingið uppí. Skipið var stórt, og pápa dámdi ikki at fara heim, fyrr enn nakað væl var komið í lastina. Hini árini hevði hon so nógv, sum hon kundi føra, og tað vóru góðir túrar. Kongshavn, sum lá í somu Havn á Kappanum, var eitt sindur minni, og hon hevði fingið tað, sum hon skuldi hava. Pápi tosaði við skiparan, um eg ikki kundi sleppa heim við teimum, tí eg vildi forsøma sum minst av stýrimanslestrinum. – Jújú, tað var gamaní, eg kundi koma heim við teimum.

Eg fór so á stýrimansskúla í Klaksvík á heysti 1961. Skúlin helt til norðuri á Kósini, í kjallaranum hjá Fischer Heinesen, har var stór og góð skúlastova. Tveir stýrimansflokkar høvdu gingið har, og vit vórðu teir seinastu stýrimenninir í Klaksvík. Fjarritarar gingu eisini, men teir vóru ikki altíð har norðuri, teir vóru stundum yviri á Sjómansheiminum, og eg haldi, at Bjarti Petersen undirvísti viðhvørt.

Stýrimansskeiðið vardi 18 mánaðir, og Fischer Heinesen gekk nokkso høgt uppí, at næmingarnir gjørdu nakað við tingini, men samstundis var hann stoltur, tá ið monnum gekst væl til próvtøku. Eg haldi tíverri, at hann var eitt sindur skuffaður av okkum, tí vit vóru átta, sum byrjaðu, og tá ið avtornaði, fingu bara fýra prógv.

Vit fingu eitt sindur av verkligum lærdómi eisini, royndu sekstantin og rættaðu kumpass. Fóru út á Poll við Fischer at rætta kumpas og sóu, hvørji merki hann brúkti, ella hvussu hann peilaði sólina við azimuthspeglinum. Hann var havnarmeistari, og framíhjá rættaði hann kumpass hjá skipum.

Eitt summarið fóru vit ein venjingartúr undir Føroyar við Torry hjá Kjølbro. Petur Elleby Andersen, lærari, var skipari, og vit snellaðust á bankanum, lærdu stjørnufrøðiliga sigling og fóru inn í Skopun. Tað var nokkso stuttligt, men báturin var lítil, og onkur fekk sjóverk.

Á sildaveiðu við Júst í Túni

Eg taki so stýrimansprógv í mai 1963 og fari sum maður við Júst í Túni, sum akkurát hevði verið í Norra eftir Beinir, einum kraftblokkabáti. Vit fóru á sild undir Føroyar og saltaðu upp í tunnur. Vit mundu vera einir 20 mans, og tað var strævið, tunnurnar skuldu stúvast niðri í lastini. Men eg fekk hampiliga góða úrtøku teir fimm túrarnar, eg var við honum.

So er tað, at Erling Laksafoss letur byggja hemaraskip í Søviksnes í Norra. Eg bað um tjans sum 2. stýrimaður og fekk játtandi svar. Á heysti 1963, tá ið ein mánaður var eftir, at skipið skuldi verða liðugt, fóru vit nakrir til Noregs at leggja síðstu hond á. Skipið fekk navnið Stella Karina, og tað var væl størri enn hini bæði skipini hjá reiðarínum, Stella Maria og Stella Kristina. Levi Joensen var skipari, og Grímur Rasmussen var 1. stýrimaður.

Vit komu til Føroya um mánaðarskiftið oktober/november, men tá var ikki hemaratíð, og Levi gjørdi av at fara á saltfiskaveiðu til Nýfundlands.

Á saltfiskaveiðu við Stellu Karinu

Vit komu yvir á Flemish Cape, men har var bara ódnarveður hvønn dag. Lógu og buldraðust, borðsfullir í heilum, hvørki var setandi ella dragandi, men vit settu og drógu – og fingu væl av fiski. Men eg veit ikki, skilið gjørdist bara so út av lagi vánaligt, at vit loksins máttu rýma.

Tað er helst ringasti túrur, eg havi verið til skips. Stella Karina var eitt stórt skip, vit lógu og drógu, og sjógvurin lá mest sum inn á síðuna, og ringt var at stýra upp. Einaferð, eg komi aftur móti skúrinum við einum stampi og rópi at lata hurðina upp, kemur eitt veldigt brot. Alt dekkið fyltist, og eg fór bara skolandi við stampinum inn í skúrin, misti vitið, og tá ið eg vaknaði við aftur, lá eg stúvaður undir agnakassanum, og tveir mans royndu at fáa meg leysan aftur. Men til alt held var einki brotið, og eg fekk einki mein, eg var bara gjøgnumbloyttur. Har var eitt grúiligt kaos inni í skúrinum, alt lá hultur til bultur. Tá mundi Levi halda hetta vera ov mikið av tí góða.

Og so ta ferðina, tá ið eg skuldi kasta uppstandaran uppi á bátadekkinum og mundi farið fyri borð. Glerfrost og hált var, og Jóannes Borðoy var komin upp at kasta boyuna, tá ið miðjan fór. Hann kastar boyuna, og eg kasti uppstandaran, men fái hann um armin. Tað rullaði burturav, men so stóð á. Jóannes var kvikur at skera uppstandaran av, men tá stóð ordiliga á arminum á mær.

Mamma segði mær, at somu nátt droymdi hon, at tað stóð illa til hjá mær. Abbi mín, Jóan Jakku av Viðareiði, sum tá hevði verið deyður í fleiri ár, kom til hana ta náttina og segði, at nú ætlaði hann sær at koma eftir Richard. Mamma segði nei, tað skuldi hann ikki. Jú, hann skuldi hava hann nú. Men tað var so heppið, at Jóannes fekk kappað línuna, ella hevði abbi farið avstað við mær, og so hevði eg verið farin yvirum til deyðan. Tað var ein so merkiligur dreymur, sum hon mangan segði frá. So, tað er nakað millum himmal og jørð, sum vit ikki skilja, men hatta har var kortini skilligt.

Tá haldi eg, at Levi gjørdi av at rýma av Flemish Cape. Vit høvdu góð 180 tons tann túrin, og tað var nú ikki so galið, tí vit komu heim áðrenn jól, og vit fóru fyrst í november.

Á hemaraveiðu við Stellu Karinu

Eg fór við aftur túrin eftir, men tá fóru vit at fiska hemara, og tað var sum nátt og dagur. Men fyrst fóru vit til Norra at rigga lastina til aftaná saltfiskin og at fáa køliskipanina at koyra.

Hemari verður fiskaður við flótilína, og teymarnir eru einar 15 metrar langir, og teir síðstu metrarnir eru veirur, so hemarin ikki bítur teymin av. 15 favnar vóru ímillum hvønn teymin, og vit sóu á boyunum, tá ið hemari var á. Vit fingu eisini tun og svørðfisk á línuna, og teir vóru uppaftur dýrari fiskur enn hemari. Tunfiskurin var so veldiga stórur, og hann kundi viga upp í eini 300 pund, og svørðfiskurin upp aftur meir. Vit tóku onkran lítlan svørðfisk til matna umborð, og hann smakkaði so heilt óalmindiliga væl.

Hitin í sjónum hevur stóran týdning, tá ið tú fiskar hemara, og vit komu heilt suður móti Long Island, New York. Setan var fleiri fjórðingar long, og vit egndu hálvar sildir ella hálvar makrelar uppá á húkin. Teir, sum settu, máttu vera í góðari venjing, tí vit sigldu rættiliga skjótt, meðan sett varð.

Vit høvdu ein langan jarnhaka at høgga í hemaran, tá ið hann kom at borði, og síðani var hann hivaður umborð. Summir vóru livandi, og tú mátti ansa tær ikki at verða bitin. Tað mesta, sum vit høvdu á dekkinum ein dag, vóru 350 hemarar, tað var ein óføra góður dagur, men vit høvdu fleiri góðar dagar, og tá rúgvaði skjótt upp í lastini.

Kuldamátarar í hemarunum søgdu frá, nær teir vóru nóg niðurkøldir at fara úr tunellini og í lastina. Tað kundi vera eitt baks viðhvørt, serliga tá ið teir vóru stórir. Men fiskiskapurin var í lagi, vit fingu uppí skipið. Vit komu heim á miðum sumri og fóru niður til Bremerhaven við veiðuni.

Eg hevði bara stýrimansprógv, men fór nú upp á skipsføraraskúla. Byrjaði í Havn í mai 1965, og í november sama ár tók eg prógv.

Við Sjúrðarbergi

Tíðliga um várið 1966 fóru trolararnir á saltfiskaveiðu til Nyfundlands, og Sjúrðarberg skuldi eisini fara, men báturin var gamal, og trupult var at fáa fólk. Evald Kjølbro bað so pápa royna at fáa fólk til Sjúrðarberg, og hann fekk nakrar, m. a. Vilhelm, mammubeiggja, at koma við. Vilhelm útvegaði sjálvur nakrar góðar trolaramenn, sum høvdu siglt við Skálabergi. Endin var tann, at báturin fór væl mannaður avstað til Nyfundlands. Pápi var skipari, eg var fyrsti og Vilhelm annar stýrimaður. Vit gjørdu ein skjótan og góðan túr.

Men summartúrurin gjørdist drúgvari. Vit fóru eystur í Barentshavið at royna, men har var kolasvart. Sigldu síðani til Grønlands, har vit komu í nógvan fisk á Frederikshåb bankanum. Skipið var mest sum fult, tá ið vit fóru at sigla. Hesir báðir túrarnir vóru teir seinastu hjá Sjúrðarbergi, tí tá ið vit komu heim úr Grønlandi, varð trolarin lagdur, og seinni varð hann seldur sum gamalt jarn.

Burtur í lond at sigla

Nú var siglt nóg mikið við fiskiskipum. Var framvegis ungur, hevði skipsføraraútbúgving, so nú skuldi eg at royna okkurt annað. Staddur í Danmark síggi eg í bløðum, at søkt verður eftir einastýrimanni til coastara, einum nýbygningi. Tosi við reiðaran og fái møguleikan. Báturin er 1600 tons stórur og spildurnýggjur. Verði biðin at fara upp til Frederikshavn, har skipið verður klárt at sigla um 3 vikur. Haldi, at vit vóru sjey mans umborð.

Fyrsti túrur var til Norra at lasta handilstøð til Skive í Jútlandi, og alt gekk, sum tað skuldi. Síðani fóru vit til Liverpool at ferma pipelines til Trinidad í Karibiahavi. Tann túrurin varð rættiliga buldraligur, og vit bunkraðu í Azorunum. Men vit komu so yvir til Trinidad, har vit fóru inn í eina havn, sum eitur San Fernando, at uppskipa rørini.

Eftir henda túrin vóru vit langtíðarleigaðir av eini reiðarafyritøku í New York at sigla í fastari rutu í Karibiahavi. Sigldu millum New York og Vesturindiaoyggjar, komu suður til Venezuela og Fransk Guyana. Løgdu at í Jamaica og fleiri oyggjum har á leiðini. Komu til Miami í Florida og Nassau á Bahamaoyggjum, bara fyri at nevna onkur pláss. Til Cuba komu vit ikki, men settu inn í Port-au-Prince á Haiti og San Juan í Puerto Rico.

Tá ið eg hevði verið umborð í seks mánaðir, mynstraði eg av og fór heim til Keypmannahavnar. Ikki tí, mær stóð í boði at halda fram við øðrum skipum hjá fyritøkuni í New York. Enntá sum skipari, nú eg var vorðin so kunnigur í Caribiahavi.

Við Mærsk-skipum í Fjareystri

Eg var eitt stutt rend í Føroyum, men helt annars til hjá skyldfólki í Keypmannahavn í einar 2-3 mánaðir. Hetta var í 1967, og eg hugsaði nú at royna størri skip. Fari á høvuðsskivstovuna hjá A P Møller at vita um hýru og verði beinanvegin sendur til læknakanningar og síðani til skraddara at fáa uniform. Skipið lá í Japan, sum eg skuldi við, men eg varð sendur til Karachi, har eg skuldi um borð á Knud Mærsk, sum sigldi millum Persaragolfin og Fjareystur. Tá ið eg kom til Karachi, stóð agenturin fyri mær og fylgdi mær á hotell og síðani umborð á Knút dagin eftir. Eg mynstraði sum 3. stýrimaður á Knút Mærsk, og vit sigldu nú til Bombay, Colombo, Hong Kong og síðani Yokohama í Japan. Har lá Maren Mærsk, linjuskip og var næstan 20.000 tons stórt. Skipið sigldi í fastari rutu millum Fjareysturs og USA.

Við Maren Mærsk sigldu vit til Hong Kong, Bangkok, Manila og so yvir til statirnar, gjøgnum Panamakanalina. Bunkraðu í Cristobal í Panama og so upp til Norfolk, Baltimore, Philadelphia, New York og Boston. Frá Boston til Halifax, og ætlanin var at fara inn í St. Lawrence flógvan til Quebec og Montreal, men tað sluppu vit ikki fyri ísi, so tann farmurin var lossaður í Halifax. So tóku vit allar havnirnar niðuraftur, næstan tær somu havnirnar, fermdu skipið aftur, og so gjøgnum Panamakanalina og upp til San Diego, Los Angeles, og San Francisco var síðsta havnin, áðrenn vit løgdu yvir um Kyrrahav til Yokokama aftur. Eg var so við Maren Mærsk í 12 mánaðir.

Har eysturi kom eg í samband við menn, sum sigldu við Jepsen Line, ein reiðarfyritøka við 6 fittum stykkjagóðsbátum upp á 6-7000 tons, sum sigldu har eysturi burturav. Eg helt tað vera ov strævið við Maren Mærsk og setti meg í samband við høvuðsskrivstovuna hjá hesum reiðarínum í Aabenraa. Jú, tað var í lagi, eg skuldi fáa hýru. Men eg hevði uppsagnartíð hjá Mærsk og mátti fara eina útmynstring afturat hjá teimum. Sigldi síðani við einum bulkcarriara millum Durban í Suðurafrika og Japan í seks mánaðir.

Við skipum hjá Jepsen Line

Skipini hjá Jepsen Line sigldu undir donskum flaggi og sostatt undir danskari lóg, men teir høvdu eina skrivstovu í Hongkong, har alt virksemið gekk út frá. Eg fór um borð á Michael Jepsen, sum lá í Osaka í Japan. Agenturin var ímóti mær í floghavnini, men eg slapp ikki umborð tann dagin, fór á hotell og kom umborð morgunin eftir.

Yvirmenninir á dekkinum vóru allir danskarar, og eg mynstraði sum 3. stýrimaður. Manningin var annars Hongkong-kinesar. Í maskinuni vóru stjórin og 1. meistari danir, hinir vóru kinverjar. kokkapersonalið var alt kinverjar. Vit høvdu álítandi og óalmindiliga fitt fólk umborð. Hesir Hongkong-kinesar vóru eitt heilt annað fólkaslag enn tað, eg var vanur við, og teir vóru so óalmindiliga væl disciplineraðir.

Mær dámdi stak væl umborð. Flestu yvirmenninir vóru suðurjútar, og eg var einsamallur føroyingur, og vit komu væl út av tí. Har var ikki so strangt sum umborð á Mærsk. Vit yvirmenn hildu væl saman og komu ikki nógv í samband við skipsmanningina sum heild. Teir vóru fyri seg, men høvdu respekt fyri okkum, og messu- og kamardreingir gingu okkum væl til handa. Vit og maskinyvirmenninir búðu á miðum skipi, meðan manningin helt til har afturi. Vit høvdu tvær maskinur og eina skrúvu, so tær kundu koplast saman. Og tað var nokkso praktiskt, tí teir kundu altíð kopla aðra maskinuna frá, um okkurt varð áfatt.

Vit sigldu mest har eysturi, upp á Japan og reyða Kina, har Mao Che Tung framvegis var høgt í metum. Reyða Kina var afturlatið land, og fá skip sluppu hagar. Eg var eitt sindur kløkkur, fyrstu ferð eg kom hagar í 1969. Øll gingu við hesi reyðu bókini hjá Mao, og eingin tordi at gera balladu av nøkrum slag. Fólkið, sum kom umborð at lossa, tóktist bangið at gera nakað skeivt. Ikki var neyðugt at steingja kahúttir ella nakað, tí lossingarfólkið tordi ikki at taka nakað við sær í land, tí øll vóru kannað, tá ið tey komu og fóru. Hesin býurin nevndist Port Arthur, og vit fingu loyvi at fara í land, men komnir niðan um havnarlagið, sóu vit gálgar, har teir framvegis hongdu fólk. Vit hoyrdu røddir í hátalara og sóu hermenn í hergongu, so tað var nakað hugstoytt hjá okkum at byrja við, men sum frá leið vandust vit við tað.

Eg var umborð á Michael Jepsen í 18 mánaðir, og mær dámdi stak væl. Vit komu víða um har eysturi, sigldu ikki bara upp á Japan og Kina, men komu til Ceylon, India, Pakistan Indonesia og Malaysia. Eg byrjaði sum 3. stýrimaður, og tá ið eg fór í land, var eg yvirstýrimaður. Vit komu rættiliga ofta til Singapore, og har var eg komin at kenna eina damu, so tá ið eg fór í land, fór eg hvørki til Danmarkar ella Føroyar, men fekk mær eina íbúð í Singapore.

Giftist og búsetist í Singapore

Góðar 3 mánaðir seinni fór eg útaftur sum yvirstýrimaður, nú við Claru Jepsen. Við hesum skipi var eg til ársenda 1970, og heimafturkomin ta ferðina giftust vit bæði, daman úr Singapore og eg. Stutt eftir stóð mær í boði at føra ein stykkjagóðsbát úr Singapore, og nú, eg hevði búsett meg har, helt eg, at tað kundi eg tað sama, og so hevði eg skattligar fyrimunir eisini.

Skipið nevndist Tong Hai, var knapt 7000 tons stórt, bygt í Svøríki og var í góðum standi. Hetta var í 1971, og eg var ikki meir enn 30 ár, nú eg gjørdist skipari. Manningin var um 30 mans, mest Singapore-kinesar, men eisini nakrir malayar, indonesar og australar.

Vit sigldu upp á Kina, Japan og Hongkong, og vit sigldu upp á Bangkok, Manilla, Djakarta og Columbo, og vit sigldu upp til Bangladesh, Chittagong.

Eg var nakað leingi umborð á hesum skipinum, men nú sigldu vit upp á Singapore eisini, og eg slapp til hús viðhvørt. Tey bæði árini, eg var við Tong Hai, hevði eg í roynd og veru onga feriu. Men so skal skipið klassast og í dokk, og eg fái boð um at koma á skrivstovuna í Singapore at tosa í trúnaði. Og nú kemur fram, at teir hava keypt eitt gamalt skip úr Grikkalandi, sum liggur úti fyri Gibraltar.

Óeydnisskipið Gamsolo

Hetta skipið, Gamsolo, kom at roynast satt óeydnisskip. Tað hevði fullan farm av handilstøðum, nú tað lá og bíðaði eftir skipara at føra tað til Svøríkis. So ólagaligt var tað, at teir høvdu ongan annan skipara tøkan enn meg akkurát tá. Mær var lovað, at eg skuldi fáa 500 Singapore-dollarar eyka um mánaðin, um eg fór, og tað var nokkso nógv, tí Singapore-dollarin var 3,50 kr, og tað var skattafrítt. Skiparalønin lá annars um einar 3000 dollarar um mánaðin.

Eg sigi so við konuna, at eg mátti fara til Gilbraltar at loysa ein skipara av. Fór við flogfari til London og haðani til Gibraltar, har skipið lá útfyri. Men har sigur agenturin beinanvegin við meg, at eg var komin lort í býin. Skiparin og ein maskinmaður vóru vórðnir óðir í høvdinum, tí skipið riggaði so illa, og maskinuna høvdu teir ligið og umvælt í 14 dagar. Hetta visti eg einki um, tað hevði reiðaríið ikki sagt mær.

Skiparin, ein New Zealandari, noktaði at sigla skipið til Norðanlond, tí tað var í so ringum standi, ring árstíð, og ókunnugur var hann eisini. Sum eg skilti, drakk hann eina fløsku av whisky um dagin, og tá ið eg kom umborð, bað eg hann greiða mær frá skipinum og tí, sum farið var fram. Men hann vildi bara sleppa í land beinanvegin, hevði pakkað og var ovurfegin, nú hann skuldi í land. Hann hevði fingið nóg mikið av hesum skipinum, og maskinmannin sá eg ongantíð. Hann var longu farin í land, á hospitalið, mentalt sjúkur. Yvirstýrimaðurin var indonesi og nevndist Adolf Sunda.

Men nú var eg so har, og ikki var nógv annað at gera enn at fara til verka. Afturat mær hevði eg tríggjar stýrimenn og ein fjarritara. Maskinstjórin tóktist ikki hava nógv skil fyri maskinum, men hann hevði aðrar undir sær, sum møguliga vistu meir. Skipið var bygt í 1947 og fermdi 4700 tons. Vit gjørdu sjóklárt, hivaðu akkerið og fóru at sigla.

Komnir í Biskeiðavíkina, gjørdist av allarringasta veðri, og skipið arbeiddi ógvuliga hart í sjónum, tí tað var so stívt av hesum tunga farminum. Vit hildu kortini á og komu at enda í ensku kanalina. Nú slætnaði, og eftir at hava lagt Ermarsund afturum okkum, sigldu vit upp í Norðsjógvin, men tá ið vit nærkaðust Skagen, gekk annar generatorurin fyri. Hin megnaði ikki at dríva alt el-kervið, haruppií radari, gyro og peilari.

Gyrokumpassin fór heilt út at koyra, og vit fingu ikki stýrt eftir henni. Vit máttu stýra eftir magnetkumpassini, og eg mátti tekna krákuføtir og rokna misvísning og deviatión. Vit sigldu suður gjøgnum Oyrasund, men radaran brúktu vit bara viðhvørt, tí vit máttu spara streym. Vit peilaðu radiovitar, og stundum vóru vit við at sigla á land. Endiliga komu vit inn í Eystrasalt, og tá ið vit komu norður um Gotland, peilaði eg radiovitan á einari lítlari oyggj, har vit skuldu taka loðs til Norrkjøbing.

Tað kom ógvuliga væl við at fáa loðs umborð, tí siglingin hevði verið so strævin, men eg var kortini á brúnni, meðan vit sigldu inn til Norrkjøping. Tað var so kalt, bara annar generatorin virkaði og eingin hiti var á brúnni, og loðsurin spurdi meg, um hann ikki kundi fáa ein whisky at hita seg við. Og eg mín dummi hundur gevi honum eina hálva fløsku av whisky, so hann kundi smakka sær á og koyra upp í kaffi. Eg hugsaði ikki, at tað fór at bila.

Tað var nakað langt at sigla inn, men tá ið vit nærkast Norrkjøping, biði eg um tveir sleipibátar, so vit koma at í øllum góðum, og samstundis minni eg loðsin á, at maskinaríið er óálítandi. Men eg veit ikki, nú er hann farin at kenna til, hesin svenski loðsurin, hevði vánaligt samband við sleipibátarnar, og við reiðiliga nógvari ferð rennir hann á bryggjuna. Vit fingu eina buklu á stevnið, og bryggjan brotnaði nakað. Loðsurin varð bara loyniliga sjúgvaður í land, teir vistu væl, at hann var hálvfullur. Men eg skrivaði tað í dagbókina, og tá ið vit seinni skuldu standa til svars fyri skaðan á landi, noktaði eg at gjalda og segði, at vit høvdu nóg mikið at dragast við at fáa stevnið umvælt.

Maskinan gongur fyri

Dagin eftir byrjaðu vit at lossa, og komandi dagarnar gekk bara væl, tó at eg alla tíðina var bangin um generatorin. Væntaði at hann fór at brenna saman, tí vit brúktu spølini at lossa. Kortini bilti ikki, fyrr enn vit skuldu forhála. Eg bað teir nýta sleipara at flyta skipið og ikki spælið, tí tað toldi generatorurin ikki, men tað lurtaðu teir ikki eftir. Endin varð, at krumtapsaksilin brotnaði, og generatorurin gekk fyri. Skipið lá steindeytt. Kolasvart umborð, og maskinaríið var í knúsi. Ongin generatorur, bítandi kuldi, og fólkið mátti í land at sova.

Nakrir indonesar ætlaðu sær at sova umborð kortini. Teir ballaðu seg inn í teppir og alt møguligt og stúvaðu seg saman í eini kahútt. Bara stearinljós, men so fyltu teir tvær byttir við trækoli, settu eld á og lótu væl aftur at hita rúmið. Til alla lukku kemur ein av manningini framvið og sær royk koma undan hurðini. Letur upp, og fult av royki inni. Teir vóru allir eitraðir, sovnaðir. Sonur yvirstýrimannin, Adolf Sunda, var ein teimum trettan, sum høvdu bunkað seg saman at halda hitanum.

Eg læt róp koma í, boðaði frá, og politi- og sjúkrabilar komu. Allir vórðu fluttir á sjúkrahús, og tað stóð um lív hjá onkrum. Har var eitt øgiligt skil, og bløðini skrivaðu um hendingina. Restin av manningini fór á sjómansheimið at sova, og eg var einsamallur eftir umborð. Jarnskip og kalt, og hóast eg ballaði meg í teppir og alt møguligt, fekk eg ongantíð hitan. Men eg sovnaði kortini, og tá ið eg visti til mín morgunin eftir, stóðu fólk í hurðini, svensk blaðfólk. Áðrenn eg fekk reist meg upp – ílætin tjúkkan frakka og mundi síggja ræðuligur út – fekk eg eitt blitz beint upp í gronina. Dagin eftir var mynd av mær í bløðunum: ” Kaptajnen alene ombord.” Heilsumyndugleikar komu uppí, og eg bað um eina il-samrøðu við reiðaríið at greiða frá, hvussu vorðið var, at maskinan var sundurknúst, skipið lá deytt, og næstan helvtin av manningini var eitrað.

Leggja hald á skipið

Myndugleikar komu við alskyns krøvum. Skipasýnið kravdi ábøtur gjørdar her og har, og umboð fyri ITF – Internaional Transport worker Federation – kravdi, at manningin fekk svenska hýru. Eg segði, at tað kundu teir ikki, tí teir vóru undir sjólógini og ikki undir svenskari lóg. Skipið var undir Panama-flaggi, og eg sendi boð eftir Panama-konslinum í Stockhólmi at gera sína ávirkan galdandi, nú svenskarar høvdu lagt hald á skipið. Einans 200 tons vóru eftir at lossa, men teir vildu ikki tøma skipið, sum nú varð flutt í eina havn fyri uppløgd skip.

Men so kom umboðsmaðurin hjá reiðarínum úr Singapore, og nú kom gongd á at umvæla skipið. Eykalutir komu við flúgvara, og reparatørar komu úr Singapore. Manningin kundi framvegis ikki búgva umborð, tí tað var so kalt. Hon fekk innivist á Frelsunarherinum, tað var tað bíligasta. Men sum frá leið, gjørdist ov dýrt at hava menninar gangandi fyri einki, so eg fekk boð um at senda fleiri heim.

Eg avdúkaði ongantíð, at eg skilti svenskt, tí alla tíðina, vit høvdu havt við svenskar myndugleikar at gera, hevði eg tosað enskt, og teir vistu ikki reiðiliga, hvar eg var frá. Væl gekst at umvæla skipið, men í landi væntaði eingin, at vit kundu sigla enn á sinni. Nærindis lá ein verkstaður, og har fingu vit loyvi at gera ymsar smáumvælingar, bara vit rindaðu fyri tað. Reparatørarnir hjá okkum fingu loyvi at fara á verkstaðin at umvæla ymist, sum teir ikki fingu gjørt umborð.

Stevndur fyri rættin

Uppaftur meira skund fingu vit at gera skipið liðugt, tá ið eg skilti á agentinum, at ein stevning var í umbúna. ITF-felagsskapurin og skipasýnið ætlaðu at stevna meg fyri rættin í Stockhólmi. Politimeistarin í Norrkjøping kom umborð við stevningini. Vit sótu inni á kamarinum hjá mær, og reiðarin var tá komin úr Singapore. Eg visti longu, at teir fóru at stevna meg, men eg visti ikki, at tað fór at vera so skjótt. Politimeistarin rættir mær skrivið, og har stendur, at eg skal møta ein mánamorgun í 1974 í rættinum í Stockhólmi. Skjalið var á svenskum, men eg skilti hvørt orð, og eg haldi, at politimeistarin hevði mistanka um tað. Men eg segði nakað grískur, at tað hjálpti einki at geva mær eitt bræv á svenskum, tí eg skilti einki av tí, bað tey umseta til enskt og síðani koma aftur. Hetta segði eg við damuna, sum tulkaði, og politimeistaran varð ikki óður, men galin, tók brævið og fór í land.

Hetta hendi ein hósdag, og mánadagin eftir skuldi eg møta í rættinum í Stockhólmi. Møtti eg ikki, kundi eg vænta, at løgreglan kom eftir mær, og hvat úrslitið fór at verða, visti eingin. Eg gav nú boð um, at maskinan skuldi verða siglingarklár kl. 02.00 náttina til sunnudag. Leygarkvøld plagdi at vera dansur og veitsla í Norrkjøbing, men aftaná at fólk høvdu verið niðri á havnarlagnum og forvitnast um midnáttarleitið, plagdi at vera friður.

Rýma á myrkari nátt

Motorurin varð settur í gongd, og á slagnum kl. 02.00 náttina til sunnudag varð skipið loyst. Trongligt var í havnini, eingin sleipibátur, sum vera man, men vit fingu manøvrerað skipið út gjøgnum trongan. Við myrkum skipi koma vit framvið vaktarhúsinum, síggi havnarfútan taka telefonina beinanvegin, og eg sigi við stýrimannin, at nú boðar hann myndugleikunum frá. Men nú var skipið í lagi aftur: maskinan gekk, generatorar, radari og gyrokumpass virkaðu, sum tey skuldu.

Eg legði mær í geyma á leiðini inn, hvussu loðsurin sigldi, men nú var skipið nógv lættari, og vit fingu ikki trupulleikar í so máta.

Men komnir útum, kemur ein tollvaktsbátur upp á síðuna á okkum, og teir royna at ganga upp á skipið at steðga okkum. Hetta miseydnaðist kortini, tí báturin hjá teimum var so lítil í mun til okkum, sum lógu so høgir á vatninum. Teir skutu ávaringarrakettir, og teir skutu við skørpum, men vit lótu ikki við okkum koma, nú galt um at koma út í víðan sjógv. Einaferð, teir royndu at ganga upp á skipið bakborðsmegin, sigldi eg so nær einum skeri um bakborð, sum eg tordi, og fekk hindrað teimum at koma tann vegin. So ætlaðu teir sær at koma stýriborðsmegin, men tá var vorðið so mikið opið og óslætt, at teir gingu frá ætlanini. Teir góvust kortini ikki at elta okkum, men vit sigldu skjótari, og teir dragnaði so líðandi afturúr.

Vit hildu beint út frá strondini at koma í altjóða sjógv sum skjótast. Eg hoyrdi vaktarbátin í VHF-inum boða frá, at teir góvsut at elta okkum, men fóru at heita á donsku sjóverjuna at steðga okkum við Bornholm ella í Oyrasundi. Komnir út í altjóða sjógv sigldu vit suðureftir, ætlaðu at koma nær polsku og eysturtýsku strondini og sleppa okkum undan tann vegin. Væntaði trupulleikar við Bornholm, men har var eingin bátur at síggja.

Møguleikarnir vóru tríggir at koma úr Eystrasalti: upp gjøgnum Oyrasund, Stórabelt ella gjøgnum Kielerkanalina. Lítlabelt bar ikki til. Eg gjørdi av at royna Stórabelt, og væl gekst, hóast danskt hernaðarflogfar streyk yvir okkum har á leiðini. Donsk radiotíðindi vistu at siga, at svenskir myndugleikar vildu hava danir at steðga okkum, men at teir kundu einki gera, so leingi vit ikki komu í danska havn. Vit komu upp í Kattegat í øllum góðum og rundaðu Skagen. Fjølmiðlarnir fylgdu gongdini gjølla, og nærindis Skagen var ein pressuflúgvari yvir okkum og tók myndir. Nú var sloppið, og vit hildu leiðina fram til Rotterdam.

Skipið broytir navn

Í Rotterdam fekk skipið nýggjan samleika, identitet. Gamsolo var jú eftirlýst og kundi ikki halda fram. Nýggj skipsskjøl vórðu skrivað, og undir navninum Karachi helt gamla skútan til havs aftur. At eg helt fram sum skipari, var ikki serliga heppið, men eg veit ikki, reiðarin vildi ikki av við meg, tá ið samanum kom. Sunda, yvirstýrimaðurin, hevði kunnað tikið yvir, men so varð ikki.

Aftaná Rotterdam varð kósin sett móti Marokko at taka ein farm til Singapore, har skipið skuldi sigla út frá. Nærum øll manningin var nýggj, eftir vóru bara eg og yvirstýrimaðurin Sunda, sonur hansara, bátsmaðurin, ein matrósur og ein kinesiskur kokkur.

Vit máttu inn í Las Palmas í Kanariuoyggjum eftir smyrjiolju. Generatorarnir brúktu eina øgiliga smyriolju, men annars gekk ferðin væl. Sigldu suðurvið afrikastrondini, men út fyri Suðurafrika var aftur galið. Generatorarnir gingu, men smyrjioljan var uppi. Endin varð, at vit skiftu báðar generatorarnar út í Cape Town.

Men nú helt eg vera nóg mikið hjá mær og bað reiðaríið fáa ein annan at føra skipið til Singapore, og tað var eisini í lagi. Fór við flogfari frá Cape Town til Perth í Australia og dagin eftir til Singapore. Gott var at koma heim aftur eftir ein slíkan túr. Men eg hevði ikki verið heima meir enn einar tríggjar vikur, so vóru aftur boð eftir mær, nú skuldi eg føra eitt skip, ið nevndist Golden Season. Eitt veldiga gott skip, góð 12000 tons deyðvekt, stykkjagóðsbátur.

Vit høvdu indonesar og filippinar umborð, og á kokkadeildini vóru kinesar. Maskinaríið var í fínasta ordan, og fyrsta túrin fóru vit til Manila at lasta sement til Dubai uppi í Persaragolfinum. At lasta og lossa sement tekur langa tíð, men tað ger einki, tí tá liggur man bara og hevur tað gott. Í Dubai fekst tíðin at ganga. Á náttklubba hitti tú stewardessur, sjeikar, og mong onnur. Í havnini lógu fleiri skip, m. a. hjá Mærsk, og farið varð umborð at vitja.

Eftir at hava verið við Golden Season einar 7-8 mánaðir, fór eg í feriu. Men komin til Singapore aftur, stóð mær í boði at gerast ”Port Captain.” Umframt at vera superkargo skuldi eg loðsa skip har eysturi, serliga til havnirnar Penang, Kuala Lumpur, Kelang og Singapore.

Til Føroya at ferðast

Í 1975 fari eg til Føroya at ferðast, men tá hevði eg ikki verið heima síðani 1967. Eg hevði einki at gera akkurát tá, og konan og eg vóru farin hvør til sítt. Eftir at hava verið heima eina tíð, stendur mær í boði at at føra ein bulkcarriara hjá ”Malaysian Intenational Shippingcomany.” Eg skuldi mynstra nærindis Singapore, har skipið skuldi lasta til Japan.

Eg fari so avstað, men verði forsinkaður. Eg haldi, at tað vóru floglíkindini í Vágum, sum vóru orsøkin. Hetta hevði so við sær, at tá ið eg komið fram, var skipið farið. Eg fór so við flogfari til Tokyo og síðani Osaka og seinasta strekkið við toki. Hetta skipið var óføra stórt, ein bulkcarriari upp á 40000 tons stórt, og har var eg umborð í 13 mánaðir.

Tá ið eg mynstraði av, bjóðaði yvirstýrimaðurin, sum var filippini, mær heim til sín at ferðast. Eg var so á Filipsoyggjunum í fimm mánaðir. Eg var leysur aftur, og møguliga hevði man hug at spæla playboy eitt sindur. Men í Manila mást tú ansa tær, har er ikki vandaleyst at fara í býin. Hesin yvirstýrimaðurin nevndist Oskar, og vit fiskaðu og sigldu millum oyggjarnar og vitjaðu fólk. Tey vóru blíð og bjóðaðu okkum kokusnøtur og annað mangt.

Men so kemur gerandisdagurin aftur, og eg fari umborð á ein stykkjagóðsbát upp á 9000 tons. Eitt veldiga flott og gott skip, men tá ið eg hevði verið átta mánaðir umborð, seldu teir tað til grikkar, og tað var harmiligt. Við tí skipinum sigldu vit upp á Bankok, niður til Australia og har um vegir. Tað var tað síðsta skipið, eg førdi har eysturi.

Heim aftur á klettarnar

Eg flutti heim til Føroya í 1978. Var komin til ta niðurstøðu, at nú var nóg mikið har eysturi. Í tíðini aftaná var eg nakrar ferðir úti sum yvirstýrimaður við donskum farmaskipum, og seinasta skipið, sum eg førdi, var Krosstindur hjá Rósing Rasmussen. Eg arbeiddi síðani á Snørisvirkinum í Klaksvík eina tíð, men av heilsuávum mátti eg gevast fyri nøkrum árum síðani.