Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ríðisambandið nýggjan formann

Ríðisambandið

Á aðalfundi í ríðisambandinum herfyri, boðaði formaðurin Hjalmar Petersen frá, at hann ikki tók við afturvalið.

Á aðalfundi í ríðisambandinum herfyri, boðaði formaðurin Hjalmar Petersen frá, at hann ikki tók við afturvalið.

Ríðisambandið hevur nú skipað seg, við Brandur í Dali sum nýggjum formanni. Brandur í Dali umboðar Føroya Ríðingarfelag í Ríðisambandinum, formaðurin er samstundis stjórnarlimur í ÍSF.

Ríðisambandið er sersamband undir ÍSF, og er endamálið hjá sersambandinum at fremja ríðing sum ítrótt.

Nýggja nevndin í Ríðisambandinum sær soleiðis út:

Formaður, Brandur í Dali – Føroya Ríðingarfelag

Næstformaður, Zacharias R. Jacobsen – Vága Ríðingarfelag

Nevndarlimur, David Nordendal – Føroyskt Íslandsrossafelag