Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rigga av og rigga til

Oliver Joensen

 Vetrarútróðurin stendur fyri. Summir rigga av ímeðan aðrir eru byrjaðir. Oddmar Niclasen, skipari á Bragd arbeiddi umborð á Bragd ídag á Stongunum, við at rigga monofilamentlínuna av. Oddmar sigur, at summarið við hesi línuskipanini hevur gingið misjavnt, ein stóran túr høvdu vit, ein hampuliga og ein, ið var minni góður. Nú rigga vit til at fara við vanligu línuni aftur. Egnararnir eru ígongd í egningarskúrinum, so tað ganga ikki nógvi dagar til fari verður.

Kallanes, sum hevur ligið í summar og sum hevur verið á Vági á beding, hevur nú gjørt tríggjar túrar. 11.000 ein túr, 8.000 ein og 5.000 ein. Teir fóru avstað aftur í kvøld.

Líðhamar hevur verið fleiri túrar á íslandsmiðunum í summar, og teir eru júst við at avslutta seinasta snellutúrin har í løtuni. Tá vit tosaðu við Peter Joleiv Svøðstein, skipara ídag, segði hann okkum, at teir høvdu um 54.000 pund inni. Tað hevur verið sera gott veður hendan túrin, men fiskaríið hevur onkuntíð verið betur. Eg vóni, segði hann, at vit fáa somikið ídag at vit hava góð 60.000 pund tá vit fara at sigla, ætlandi ímorgin. Tað hevur verið sjaskveður ídag, men ímorgin sigur hann betur veður. Vit rokna við at vera á Klaksvík seint sunnukvøldið, segði Peter Joleiv.

Norðsøki, ið eisini hevur verið á íslandsmiðunum í summar, er byrjaður at leggja um til línu aftur, men Eyðólvur Vang, skipari sigur, at tað helst fer at ganga ein mánaði áðrenn teir koma í sving aftur, nakað er at gera við skipið áðrenn veturin.