Nogvi kavagrevsturin hevur flutt teppið somikið at linjurnar mugu málast beinar
Betri deildin fer í gongd sunnudagin og sum vant er nógv at taka fatt í kring vøllin eftir ein harðan vetur við nógvum vindi og kava.
Menn frá kommununi mála strikurnar av nýggjum, so tað verður spælandi sunnudagin. Teppið hevur nevniliga flutt seg munandi, tá grivið verður fyri kava t.d.
Seinastu dagarnar hava fólk eisini lagt merki til at ljósperurnar í stóru flugusmekkarunum kring vøllin eru skiftar og settar.



