Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rigmor Dam fann einki mentafólk uttanfyri Havnina

John William Joensen

Nú landsstýriskvinnan í Mentamálum hevur valt Mentunnarnevnd Landsins er greitt at allir nevndarlimirnir eru búsitandi í høvuðsstaðnum. Soleiðis sleppur eingin uttanfyri Havnina at taka avgerð tá mentanarvirðislønir og stuðul skal latast úr mentunnargrunni Landsins.

Vit hava sæð tað so ofta fyrr, so hetta er í veruleikanum einki nýtt. Men tað er hugstoytandi fyri tað sera virknað mentunarlívið kring um í landinum at landsstýrið bara hugsar um Havnina.

Av 10 nevndarlimum og varafólkum er bert ein varalimur, sum ikki býr í Havn og tað kann ikki forsvarast.

Endamálið hjá Mentanargrunni Landsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Stuðul til bóka- og fløguútgávu verður umsitin í hesum grunni burturav.

Ingun í Skrivarastovu

100 Tórshavn

Formaður

Annfinnur Heinesen

100 Tórshavn

Næstformaður

Gulla Øregaard

100 Tórshavn

nevndarlinur

Urd Johannesen

160 Argir

nevndarlimur

Leif Hansen

270 Nólsoy

Nevndarlimur