Landsstýriskvinnan fegnast á facebook um at løgtingið loksins hevur samtykt miðlastuðulin
Landsstýriskvinnan fegnast á facebook um at løgtingið loksins hevur samtykt miðlastuðulin
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum skrivar á sínum facebook vanga:
Í dag vann fólkaræðið ein sigur, nú politisku flokkarnir loksins megnaðu at semjast um eina stuðulskipan til privatar miðlar, eins og tey hava havt í grannalondum okkara í mong ár.
Eitt livandi fólkaræði skal hava fjølbroyttar miðlar, sum kunnu lýsa mál frá ymsum vinklum.
Ongin spinnir gull av at framleiða journalistiskk. Men dygdargóður journalistikkur er alneyðugur, og hann kostar.
Lóg um Miðlastuðul hevur verið ein tungur burður. Málið hevur verið á breddanum í áravís, og óteljandi uppskot hava verið skrivað, viðgjørd og súltað.
Tí er gleðiligt, at bæði andstøða og samgonga luttóku í lógarsmíðinum, og at allir flokkar tóku undir við uppskotinum, nú tað varð samtykt við 3. viðgerð í tinginum fyri løtu síðan.




