Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rigmor Dam lítilsger lógarbrot

Helgi Abrahamsen

Rigmor Dam fanst at Kára P. Højgaard fyri einum ári síðani, tí at hann fór lætt um, at hann hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Nú roynir sama Rigmor Dam at lítilsgera eitt sama slags lógarbrot hjá sær sjálvum.

Rigmor Dam fanst at Kára P. Højgaard fyri einum ári síðani, tí at hann fór lætt um, at hann hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Nú roynir sama Rigmor Dam at lítilsgera eitt sama slags lógarbrot hjá sær sjálvum.

Fyri einum góðum ári síðani segði kanningarstjórin í sambandi við málið um Skálafjarðartunnilin, Hans Gammeltoft-Hansen, at landsstýrisfólk og løgmaður mugu ikki halda aftur upplýsingum, sum hava veruligan týdning fyri løgtingsviðgerðina av einum máli.

Gammeltoft-Hansen kom tí til ta niðurstøðu, at tað var skeivt av landsstýrismanninum, Kára P. Højgaard, at halda einum skjali aftur frá Landsverki í sambandi við tunnilin. Landsstýrismaðurin metti, at umrødda skjalið var óviðkomandi og gruggaði málið, og tí valdið hann ikki at leggja tað við í uppskotinum, sum var lagt fyri løgtingið.

”Harvið er tað brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí harvið eru upplýsingar hildnar aftur sum vóru av týdningi fyri løgtingsins viðgerð av málinum,” segði kanningarstjórin.

Nú heldur Rigmor Dam upplýsingum aftur

Hetta umrødda málið minnir um málið um orkuskipan til Glasir. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur biðið løgtingið um at játta 13,4 mió. krónur til jarðhita, men hon valdi ikki at upplýsa fyri løgtinginum, at Fjarhitafelagið hevur bjóðað eina ókeypis orkuloysn. Við Útvarpið hevur landsstýriskvinnan sagt, at hon helt at tilboðið frá Fjarhitafelagnum var óvikomandi fyri málið (tað sama sum Kári P. Højgaard helt um skjalið frá Landsverki).

Rigmor Dam var sera avgjørd í málinum um Kára P. Højgaard

Meðan Hans Gammeltoft-Hansen hevði tíðindafund, har úrslitið av kanningini um Skálafjarðartunnilin varð lagt fram, skrivaði heimasíðan ”Ting.fo”, at Kári P. Højgaard var fegin um úrslitið. Tað undraði Rigmor Dam, sum sjálv sat á tíðindafundinum. Hon skrivaði soleiðis á facebook:

”Løgið at hendan grein liggur úti longu nú, kph situr beint frammanfyri meg, nú úrslitið verður kunngjørt. Men skilligt, at fyrrv. landsstýrismaðurin er so altráður at bagatellisera, at hann hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, við at fáa Gregersen at skriva niðurfyri!” 

Í farna valskeiði hoyrdist ofta, at ”einki fekk avleiðingar”. Nú fáa vit at síggja, um nakað er broytt í somáta.

(sí video og facebook-viðmerking niðanfyri)

Harleyfacadeacryl