Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rigmor Dam svarar Óluvu Klettskarð

Jóhann Lutzen

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum hevur svara fyrispurninginum hjá Óluvu Klettskarð, tingkvinnu um KT skipanir í sambandi við landsroyndir o.a.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum hevur svara fyrispurninginum hjá Óluvu Klettskarð, tingkvinnu um KT skipanir í sambandi við landsroyndir o.a.

Niðanfyri er fyrispurningurin og svarini endurgivin:

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1) Hví er so ofta miseydnast at fyriskipa landsroyndir hjá Mentamálaráðnum?

2) Hvør hevur ábyrgdina av, at slíkar royndir virka, og at tøkniskipanir eru nóg góðar til slíkar royndir?

3) Hevur landsstýrismaðurin kannað orsøkir, er ábyrgd plaserað og avleiðingar tiknar av, at landsins myndugleikar so ofta í sjálvari tilgongdini eru dumpaðir?

4) Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta skipan ella mannagongdir, sum kunnu tryggja, at næmingar frameftir trygt kunnu fara til slíkar royndir?

5) Er landsstýrismaðurin tryggur við sína tøkni og førleikar at røkja uppgávuna frameftir?

Svar

Ad.1: Síðani farið var undir talgilt royndarhald í 2013 hava orsøkirnar til trupulleikarnar verið ymsar, og feilirnir hava verið rættaðir so hvørt. At byrja við snúðu feilirnir seg í stóran mun um, at skúlarnir skuldu dagføra teldur, net og sambandið úteftir. Men avbjóðingar hava eisini verið við skipanini og menningini av henni.

Tvær ymsar skipanir hava verið brúktar til royndarhaldið. Fram til 2014 var tað Dokeos og seinastu trý árini hevur tað verið Chamilo á svar.fo.

Í tíðarskeiðnum við svar.fo hava omanfyri 100 royndir verið árliga. Samanlagt væl omanfyri 300 royndir. Av hesum eru tríggjar fullkomiliga miseydnaðar, og avbjóðingar hava verið við á leið 10 øðrum royndum. Tað merkir, at frá tí landsroyndin varð avlýst í 2014 til hesuferð eru 95% av royndunum farnar ígjøgnum uttan trupulleikar og 1% eru avlýstar. Tað er tí ikki ein røtt mynd, sum stendur eftir, at meginreglan er, at royndirnar miseydnast. Men hetta er tó ikki gott nokk.

Próvstovan hevur skipað arbeiðið við at menna og dagføra skipanina soleiðis, at tillagingar einans kunnu gerast til venjingar ella undanroyndir. Ongar tillagingar hava verið ímillum undanroyndir og landsroyndir/próvtøkur, og tí hava avbjóðingarnar einans verið til venjingar og undanroyndir. Men í vár miseydnaðist landsroyndin. Orsøkin var knýtt at skipanini og tænastuveitanini í sambandi við skipanina.

Í sambandi við ávegis royndarhald í januar/februar vóru líknandi avbjóðingar. Tá fekk Próvstovan tilmæli um tillagingar frá veitarunum. Allar hesar tillagingar vóru gjørdar og fylgdar, men kortini miseydnaðist Landsroyndin 2017. Hetta gjørdi, at Próvstovan bað um at steðga framhaldandi royndarhaldi í Chamiloskipanini.

Próvstovan fer nú undir at kanna, hvussu framhaldandi talgilt roynarhald kann skipast, har serlig atlit skulu takast til tænastuveitingarnar. Endamálið er at útveita tekniska partin, so Próvstovan skal hugsa um innihald og ikki tøkni. Ynskiligt er tí, at Próvstovan fær ein heildarveitara av soft- og hardware.

Ad. 2: Próvstovan undir Mentamálaráðnum hevur evstu ábyrgd av royndarhaldinum í føroyska skúlaverkinum.

Uppgávubýtið í sambandi við talgilgdar royndir er skipað soleiðis, at Próvstovan stendur fyri samskipanini til royndarhaldið og nýtir veitarar til flestu partar av skipanini og innihaldinum.

· Landsnet, ið nýtir Elektron sum undirveitara, letur hardware, s.s. servarar og linjur og tað, ið hartil hoyrir.

· C-Net veitir og røkir Chamilo í verandi uppseting og virkin á servarunum, ið eru leigaðir til endamálið. C-Net tryggjar, at skipanin er trygg, virkin og dagførd.

· Uppgávunevndir veita innihald, t.e. uppgávur, rættilistar, stigatalvur, myndir, filmar, upptøkur og annað tilfar hesum viðvíkjandi. Ein uppgávunevnd er fyri hvørja lærugrein.

Ad. 3: Farið er frá Chamilo skipanini, sum verður mett at vera ov ótrygg. Farið er í gongd við at finna eina nýggja skipan, ið vónandi kann verða ein heildarveiting av soft- og hardware.

Ad. 4: Próvstovan arbeiðir við eini aðrari skipan, ið fyrst er ætlað til miðnám. Arbeiðið er farið í gongd at kanna, um henda skipanin eisini kann nýtast til landsroyndir. Greiðar ábendingar eru um, at hetta letur seg gera. Henda skipan verður m.a. nýtt til landsroyndir í Grønlandi.

Ad. 5: Landsstýriskvinnan er trygg við, at neyðug stig verða tikin, fyri at talgilt royndarhald kann verða skipað í føroyska skúlaverkinum á fullgóðan hátt í framtíðini.

Harleywoodpaint