Hetta var heitið á Torraskránni, har boðið var til hugnaløtu í kirkjukjallaranum.
Á skránni stóð, at Oliver Joensen, Jákup Ziskason og Karsten Hansen fortelja um sínar ungdómsdagar, arbeiði og frítíð. Men hevði Oliver fingið forfall og í hansara stað kom MichaelMatras.
Ragnhild Ellingsgaard var vertur og dugdi hon væl at fáa glið á. Karsten legði fyri, við at greiða frá umstøðum, hann vaks upp í í Søldarfirði. Trygg og góð, tó at tað ikki var so nógv millum hendurnar hjá fólki tá.
Ein bóndi í bygdini lat eitt frælsi til hvørt hús í bygdini, so í hesum haganum vóru 28 frælsi latin – hetta fyri at hjálpa til hjá bygdarfólkinum.
Tá ið Karsten byrjaði í skúlanum var hann lámur, men tað fekk hann greidliga at vit, at soleiðis átti tað ikki at vera í skúlanum. Hetta kom honum tó seinni til góðar, tá ið hann fór til skips við Fiskanes í 1959. Tí tá kundi hann skifta hond, tá ið hann var móður av at heysa.
Jákup Ziskason, er ættaður úr Klaksvík í bæði móðir- og faðirætt, greiddi frá barndómi og skúlatíðini. Eisini frá, tá ið hann fór at læra til kokk í Danmark og at hann hevði gjørt mat og borðreitt til mong ymisk fólk – teirra millum hennara hátign Drotningini.
Í frítíðini fæst Jákup nógv við seyð, tá ið hann ikki hyggur at fótbólti. Hann helt at tey ungu hugdu ov nógv í Ipad. Men tá ið hann varð spurdur, um hann ikki átti ein Ipad, svaraði hann heldur lágmæltur, Jú!
Michael, sum hevur ættarbond av Viðareiði, búði nógv tey fyrstu árini á Viðareiði, tó at foreldrini vóru í Klaksvík. Hugurin hevur altíð staðið til Viðareiðis og hevur hann verið nógv har, serliga eftir at hann hevur lagt frá sær sum lærari.
Micheal hevur verið skóti og hevði nógv gott at minnast frá tí tíðini. Hann var eisini við til at stovna Klaksvíkar Talvfelag og við tí kann kanska eisini sigast, at hann hevur lagt lunnar undir talvleiðina hjá Eyðun og Rana Nolsøe, Steintór Rasmusen og øllum hinum.
Millum frágreiðingarnar varð sungið og at enda hevði Hanus á Gørðum, prestur eina andakt. Prestur kunngjørdi eisini, at Matiné við Kór Glyvra kirkju og kórinum í Christianskirkjuni verður leygarmorgunin kl. 11.30.




