Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ríkidømi til fleiri skipabólkar

Jónleif Johannesen

Landið eigur at býta vaksandi fiskiríkidømið øðrvísi, soleiðis at heimaflotin eisini fær lut í hesum. Hetta skal gerast við at býta uppisjóvarfisk um við botnfiskakvotu í okkara grannalondum, har botnfiskur ikki trýtur.

Landið eigur at býta vaksandi fiskiríkidømið øðrvísi, soleiðis at heimaflotin eisini fær lut í hesum. Hetta skal gerast við at býta uppisjóvarfisk um við botnfiskakvotu í okkara grannalondum, har botnfiskur ikki trýtur.

Á hendan hátt geva vit heimaflotanum ein tiltrongdan góðan vinnumøguleika. Ein møguleika, sum væntandi kann økja munandi um inntøkuna. Bæði hjá teimum, sum taka av kvotunum í grannalondunum, men eisini hjá teimum, ið fáa rúmari ræsur her heima.

Hesin møguleiki vildi verið ein gevandi loysn vinnuliga, samstundis sum hann vildi lætt um trýstið á fiskiskapin undir Føroyum. At vinnutrýstið minkaði undir Føroyum, vildi givið fiskistovnunum betri møguleika at vaksa.

Hesin vakstrarmøguleiki átti eisini at ført við sær, at fiskimenn og -frøðingar kunnu bygt eina samstarvsmentan upp.

Eina samstarvsmentan, har fiskimaðurin torir at nærkast frøðinginum uttan at kenna knívin á barkan.

Eina samstarvsmentan, har frøðingurin torir at nærkast fiskimanninum, uttan at tølini gerast blóðreyð og hóttarfall sæst á hvørjum rokniarki.

Um vilji er til staðar, kundu vit her framt ein søguligt átak. Eitt átak, ið gjørdi, at tilmælið frá frøðingum og fiskimonnum kjálkaðust upp ímóti hvørjum øðrum.

Tá kundi okkara høvuðsvinna fingið eina virðuliga viðgerð á okkara høga tingi.

Tá kundu vit sett út í kortið á góðum grundarlagi.

Tá kundu vit skapt tryggari karmar og harvið møguleikar at vinna størri ríkidømi til allar skipabókar framyvir.

Jónleif Johannesen, valevnið hjá Javnaðarflokkinum

Harleywoodpaint