Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ríkisfelagsskapurin veitir trygd

John William Joensen

Átøk fyri javnstøðu – Pensjónir skulu hækka – Hægri útbúgving inn í høvuðsvinnuna – eru nakrar av niðurstøðunum frá landsfundinum hjá Sambandsflokkinum

Niðurstøður gjørdar á landsfundi Sambandsfloksins

í Hósvík 23. og 24. mars 2007



Ríkisfelagsskapurin veitir trygd

Felagsskapurin er trygdin fyri, at vit fáa eitt betri og tryggari vælferðarsamfelag. Vit standa fyri ovurhonds stórum útbyggingum og uppraðfestingum innan alt almannaverkið. Fyri at hava neyðug tilfeingi til hetta endamál er alneyðugt at vaksa um útflutningsvinnuna, og okkara inntøkumøguleikar mugu ikki avmarkast



Hægri útbúgving inn í høvuðsvinnuna

Vit skulu satsa meira uppá høvuðsvinnuna, soleiðis hon gerst ein størri drívmegi fyri avleiddar vinnur. Leiðsla og útbúgvingarmøguleikar skulu raðfestast. Ítøkiliga skal ein altjóða Seafood Management útbúgving stovnast. Útbúgving skal geva førleikar at verða við á altjóða pallinum innan alla virðisketuna. Hetta vil geva Føroyum eitt nógv betri og størri útflutningsgrundarlag, fyrst og fremst av havsins matvørum, men eisini øðrum útflutningsvinnum.



Bíðitíðir innan heilsuverkið skulu styttast

At fáa viðgerð á sjúkrahúsunum kann taka alt ov langa tíð. Bíðitíðin eigur at verða stytt, soleiðis at hon undir ongum umstøðum verður meira enn tveir mánaðir. Peningurin skal fylgja sjúklinginum, so hann fær viðgerð innan ella uttan fyri ríkisfelagsskapin, privat ella alment



Átøk fyri javnstøðu

Jøvn umboðan millum kynini – bæði í Sambandsflokkinum og innan tinggátt – er ein náttúrlig gongd í nútíðar samfelagnum. Tíðin er eisini komin, í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, at leingja barnsburafarloyvið upp í eitt ár, har eisini pápar fáa møguleika at verða heima hjá barninum í ávíst tíðarskeið. Harumframt skal fráflytingin av einsamøllum uppihaldarum steðgast við at geva hesum bólki somu fíggjarkor, sum fæst í tí landi, stakir uppihaldarar flyta til. Hetta skal verða gjørt innan 2012.



Kyoto-sáttmálin setast í verk

Kyoto-sáttmálin eigur at verða settur í verk fyri Føroyar. Í okkara landi skulu vit halda fast um tað, sum gevur okkum góðu støðuna í mun til OECD-lond, tá tað snýr seg um varandi orkukeldur. Gamla orðatakið um, at veðrið fáa vit ikki gjørt nakað við, er ikki galdandi longur, tí vit kunnu í dag staðfesta, at við okkara hugburði hava vit dálkað meira enn gott er. Okkara skylda er at geva børnunum eitt reint umhvørvi.



Fólkaskúlin upp á norðurlendskt stig

Peningur skal setast av til fleiri undirvísingartímar í teim fyrstu skúlaárunum fyri skjótt at koma upp á stigið hjá hinum Norðurlondunum. Alt undirvísingartilfar á føroyskum skal dagførast. Veikir næmingar skulu hava munadygga hjálp innan sernámsfrøðina. Leiðsluútbúgvingin er ein ógvuliga týðandi partur og skal uppraðfestast. Lærarar skulu hava førleika at geva okkara børnum tann førningin, tey hava krav uppá, og vit skulu longu í barnagarði gera børnini til reiðar til skúlan.



Pensjónir skulu hækka

Fólkapensjónistar, sum bert hava fólkapensjónina sum inntøkugrundarlag, skulu seinast í 2012 fáa í minsta lagið ávikavist 10.000 (stakir) og 17.000 krónur (hjún) eftir skatt. Hetta gevur møguleika at liva eitt gott og spennandi lív á ellisárum. Pensjónistar skulu hava møguleika at arbeiða við síðuna av við einum rímiligum skattatrýsti. Harumframt skulu pensjónistar hava møguleikan at halda áfram at arbeiða eftir 67 ára aldur.



Fimm nýggj vælferðar- og vinnuráð

Búskaparráðið er vorðið ein sjálvsagdur og týðandi partur av okkara samfelagsskipan, og tað tryggjar politiska kjakinum væl undirbygd sjónarmið sum vegleiðing í politiskum raðfestingum. Nú er tíðin komin at vit innan 2012 seta onnur ráð við fakligari vitan innan onnur øki: útbúgvingarráð, almanna- og heilsuráð, vinnuráð, útflutningsráð, umhvørvis- og orkuráð.



Álitisvekjandi og aktivur búskaparpolitikkur

Búskaparpolitikkurin skal framhaldandi vera álitisvekjandi, og sveiggini skulu tálmast við einum aktivum fíggjarpolitikki. Í tíðum við lágkonjunkturi skal førast ein arbeiðskapandi politikkur, og ein tálmandi fíggjarpolitikk skal rekast í tíðum við hákonjunkturi.

Fyri at tryggja framhaldandi búskaparvøkstur er neyðugt við einari skattaskipan, ið er arbeiðsfremjandi og búskaparliga vakstrarfremjandi.

Umráðandi er, at landsins peningur verður væl umsitin, so borgarin fær sum mest fyri sínar skattakrónur.



Samráðast við Europasamveldið

Samráðingar skulu takast upp við Europasamveldið fyri at fáa staðfest, hvat ES hevur at bjóða føroyingum, og undir hvørjum treytum vit kunnu samstarva. Fremsta málið má vera, at Føroyar fáa limaskap við undantøkum, eins og onnur atlond hjá limalondunum hava fingið. Úrslitið av samráðingunum eigur at verða lagt til fólkaatkvøðu í seinasta lagið í 2012.