Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður mikudagin 18. juni.
Í ár er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vertur fyri fundinum, og í hesum sambandi koma Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri Danmarkar og Aleqa Hammond, landsstýrisformaður Grønlands, til Føroyar.
Donsku og grønlendsku ferðaløgini koma til Føroyar í dag. Týsdagin verður farið á útferð til Mykinesar og út í Tindhólm. Um kvøldið verður løgmaður vertur fyri døgurða. Ríkisfundurin verður mikumorgunin í Tinganesi. Stjórnarleiðararnir fara m.a. at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum, fiskivinnu og Arktis. Í sambandi við ríkisfundin verður tíðindafundur mikudagin 18. juni kl. 11.30 á Løgmansskrivstovuni. Fjølmiðlar, ið ætla at luttaka á tíðindafundinum, skulu boða frá á
pall@tinganes.fo í seinasta lagi týsdagin 17. juni kl. 12.00 Donsku og grønlendsku ferðaløgini fara av stað aftur seinnapartin mikudagin.




