Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ríkisveiting gjøgnum bakdyrnar

Helgi Abrahamsen

A. P. Møller Grunnurin stuðlar SavnsGulli við fimm milliónum krónum, og harvið verður sjónvarpsparturin í bandasavninum hjá Kringvarpinum bjargaður.

A. P. Møller Grunnurin stuðlar SavnsGulli við fimm milliónum krónum, og harvið verður sjónvarpsparturin í bandasavninum hjá Kringvarpinum bjargaður. Tað stendur í einum tíðindaskrivi, sum SavnsGull sendi fjølmiðlunum mikudagin. Og leiðarin í SavnsGulli er ovurfegin, tí uttan hesar pengarnar hevði stórur vandi verið fyri, at fleiri av søguríku bondunum ikki høvdu staðið til at bjarga.

– Hetta er neyðugt, tí játtanin á fíggjarlógini hjá Løgtinginum røkkur ikki til, sigur leiðari á SavnsGulli.

Fyrr í hesum mánaðinum boðaði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður frá, at tað er eydnast honum við samráðingum at fáa Fólkatingið at veita Føroyahúsinum í Keypmannahavn 2,5 mió. krónur á donsku fíggjarlógini.

– Peningurin skal brúkast til at gera bráðneyðugar ábøtur fyri at forða fyri, at tað mestsum dettur niðurfyri, sigur fólkatingsmaðurin.

Eini onnur tíðindi í november mánaði vóru, at Fólkatingið skal rinda tríggjar mió. krónur, sum skulu nýtast til at gera Gamla Hospitalið í Havn í stand við.

– Við hesi játtanini verður vónað, at til dømis landið og Tórshavnar kommuna fara at vísa málinum størri ans, sigur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi.

So bara hesar tríggjar søgurnar í november boða frá, at føroyingar fáa 10,5 mió. krónur at brúka úr danska ríkiskassanum og einum donskum grunni – pengar, sum fyri stóran part skuldu komið úr landskassanum.

Hetta stendur í sterkari andsøgn til fráboðanina í samgonguskjalinum um, at ríkisveitingin verður fastfryst beinanvegin. Tí samtíðis sum samráðingar hava verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um at fastfrysta ríkisveitingina, so arbeiða fólkatingsumboð og stovnar undir landinum við at fáa fatur á donskum pengum aðrar vegir – uttanum heildarveiting og landskassa.

Her má sigast, at tað verður skrúvað fyri við aðrari hondini og skrúvað frá við hinari.