Ódnarveður í Danmark: Hvirlur upp í meira enn 53 m/s eru máldar í Suðurjútlandi og tað er met, boðar DMI frá. Miðalvindferðin er tann máttmiklasta, DMI hevur mált síðani 1999.
Ódnarveður í Danmark: Hvirlur upp í meira enn 53 m/s eru máldar í Suðurjútlandi og tað er met, boðar DMI frá. Miðalvindferðin er tann máttmiklasta, DMI hevur mált síðani 1999.
Ódnarveðrið, sum júst nú herjar í Danmark, er tað harðasta ella ringasta, danskarar hava upplivað. Tað boðar DMI frá.
– Alt týðir upp á, at vit hava mált máttmiklastu hvirlur nakrantíð í Danmark, sigur Jesper Eriksen, vakthavandi veðurfrøðingur frá DMI.
Máttmiklari enn ódnarveðrið í 1999
Í ódnarveðrinum 1999 varð mált vindferð á 51 m/s. Tað var harðasta vindblak í Danmark – inn til í dag.
Tá endaði vindmálarin til síðst í lutum tvá, men hjá DMI væntar man tó, at ódnarveðrið í dag er á sama støði sum í 1999.
Vit hava upplivað nógvar sera máttmiklar hvirlur í dag kring alt landið. Í flestu støðum eru hvirlurnar máldar yvir rokódn, sum er 33 m/s.
Nógvastaðni er eisini mált á leið 40 m/s.
Sjáldsama hørð ódn
Samstundis sum, at tað eru hvirlur av rokódnarstyrki, er miðalstyrkin á vindinum – tað, sum verður kallað fyri miðalvindur – so høg, at tað eisini her er talan um met.
– Vit mála miðalvindin í 10 minuttir, og innan hetta tíðarbil var vindstyrkin omanfyri rokódnarstyrki í tveimum støðum. Tað er sera sjáldan at vindferðin er so hørð kring alt landið, fortelur Jesper Eriksen.
Metið verður váttað í morgin
Einasta orsøkin fyri, at DMI ikki enn vil almannakunngera eitt møguligt met í kvøld, er at kanningarnar skulu hyggjast í gjøgnum eina ferð afturat.
– Men vit eru rættiliga vísir í, at hetta er harðasta vindferð nakrantíð í Danmark. Í “Kegnæs” og við “Røsnæs” er mált upp í 50 m/s og tað er rættiliga nógv.
Kelda: dr.dk




