Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ringt at sleppa undan kjarnorku til grøna orkuskiftið

Jóhann Lützen

Sambandsflokkurin við Johan Dahl, tingmanni, á odda, er opið fyri einum kjarnorkuverki í Føroyum. Men aðrir partar av politisku skipanini eru skeptiskir. Spurningurin er tó, um til ber at sleppa heilt undan kjarnorku, um so er, at Føroyar skulu megna tann støðugt økjandi orkutørvin hjá Føroyum. Alternativið er helst, at orkunýtslan skal setast niður í framtíðini, og tað hevur víst seg at vera sera torført at minka um nýtsluna.

Tað er torført fyri kjarnorku at sleppa undan sínum gamla, vánaliga rykti. Kjarnorka minnir fólk á Tjernobyl og Fukushima, eins og sjálvandi á kjarnorkuvápn og hvat hevði hent, um øll høvdu tøknina til at gera tílík vápn. Øvuta argumentið er, at kjarnorka helst er tað grønasta orkukeldan, ið finst, um vit framvegis skulu vera realistisk. Kjarnorka er helst reinasta orkukeldan umroknað uppá dálking pr. íbúgva.

Í dag eru umleið 440 kjarnorkuverk í øllum heiminum. Í Fraklandi kemur 70% av samlaðu orkuveitingini frá kjarnorku, meðan í Týsklandi lótu tey 8 av 17 kjarnorkuverkum aftur eftir Fukushima-vanlukkuna í Japan í 2011, ið hendi eftir eina tsunami eftir ein jarðskjálvta, og týskarar eru annars í ferð við at útfasa kjarnorku sum grøna orkukeldu. Innan leingi verða 3 kjarnorkuverk afturat latin aftur í Týsklandi, har 25% av orkuveitingini annars kom frá kjarnorku; eitt tal, ið nú er nærri 10%. So heimurin dregur langt frá eina og somu línu.

Kjarnorkuverkini útvinna annars orku á tann hátt, at vatn verður hitað upp, og dampurin fær so turbinur at mala, ið so skapa orkuna. Hitin á vatninum kemur frá fissión, t.v.s. tá uran-atomini verða kloyvd. Tað er avlopið frá hesi kloyving, ið er høvuðskeldan til afturhaldnið; her er talan um kjarnorkuburturkast. Spurningurin um, hvussu tað skal tyrvast, er æviga afturvendandi, tí kjarnorkuburturkastið er geislavirkið, radioaktivt, í fleiri túsund ár fram.

Tað er breið semja um, at Føroyar skulu leggja um til grøna orku komandi árini, men spurningurin um, hvørt kjarnorka skal vera partur av hesum, er nærum ikki umrøddur enn. Í Breddanum hjá Kringvarpinum týsdagin 9. november kjakaðust Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, um spurningin, og Johan Dahl var heitur talsmaður fyri kjarnorku. Í sendingini legði hann serligan dent á thorium, ið eitt nú Grønland er ríkt uppá.

Hervør Pálsdóttir var meira skeptisk. Hon segði seg trúgva uppá, at kjarnorka fór at hava ein stóran globalan leiklut framyvir, men ivaðist nógv í, um tað var gongda leiðin fyri Føroyar. Hetta fekk Johan Dahl til at spyrja, um Hervør Pálsdóttir í heila tikið hevði sett seg inn í nýggju kjarnorkutøknina.

Í næstum fer nærum allur Sambandsflokkurin á vitjan á nýggja kjarnorkuverkinum í Danmark. Tingmenninir, ið fara, eru Johan Dahl sjálvur, Helgi Abrahamsen, Frimodt Rasmussen og Jaspur Langgaard. Tingkvinnan Edva Jacobsen fer eisini við, og løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, verður við ein part av ferðini. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum, er upptikin og fer tí ikki vði.

Virkið í Danmark, ið Sambandsflokkurin vitjar, er Copenhagen Atomics í Søborg, og har eru tey í holt við at menna næstu generatiónina av kjarnorku.