Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ringt er at spáa um veðrið

Oliver Joensen

 Tað var ein sera áhugaverd kunning um sólarmyrkingina, vit fingu frá Hanusi Kjølbro á Klaksvíkar Bókasavnið í gjárkvøldið.

Hanus Kjølbro var sera greiður, og dugdi væl at greiða frá fyribrigdinum tá nú mánin fer at koma fyri sólina komandi fríggjamorgun og alt gerðst myrkt.

Áhugavert var eisini, at Hanus hevði hugt at trimum heimasíðum við veðurforsagnum, og ongin teirra spáddi somu ætt við føroyar fríggjamorgunin.

Hvussu verður og ikki er framvegis ilt at siga nakað um, men í kvøld siga YR, DMI og Storm allar, at vit fara at fáa frískan vind av landnyrðingi og yvirskíggjað. Men veðurforsagnum so líkt, so kann søgan væl hava fingið annað ljóð ímorgin.